JN

Løgmaður og milliardirnar

...

2015-03-09 16:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Løgmaður og milliardirnar

Sambandspolitikkur kostar ikki bert milliardir ??? men óteljandi møguleikar, felags tøk og sjálvsvirðing. Og saman við Fólkaflokkinum framleiðir Sambandspolitikkurin sín egna ótta og eitt sjálvsøkni, sum skal forða okkum at standa saman um at byggja einar frælsar Føroyar fyri øll

Høgni Hoydal

Føroya løgmaður hevur talað. Um støðu landsins og framtíðarmál tjóðarinnar. Og hvat var boðskapurin?

Jú, aftaná 10 ár við sambandsstýri sigur løgmaður, at Tjóðveldi hevur ábyrgdina av tí dumpaða politikkinum hjá løgmanni og hansara stuðulsflokkum (!)

Og hvørji eru ráðini? Jú, løgmaður ætlar sær nú aftur til Danmarkar við húgvuni í hondini. Hann vil nú selja alla okkara sjálvsvirðing og okkara sjálvræði við at fara til Danmarkar at bidda um blokk fyri teir pengar, ið vit sjálv søpla burtur.

Um eg ikki visti betur, hevði eg trúð, at hetta var víðgongd satira og grovt skemt. Men hetta er Føroya løgmaður, sum sigur hetta í ramasta álvara.

Og tað kunnu vit lata standa eina løtu...

...og síðani geva eitt svar.

10 ár við sambandsstýri

Kaj Leo Holm Johannesen og Sambandsflokkurin hava havt ábyrgdina av at stýra landinum og búskapinum í 10 ár. Á fíggjarmálaráðharrasessinum og í løgmansessinum, har Kaj Leo Johannesen sjálvur hevur sitið sum løgmaður landsins í 6 ár.

Vit hava í hesi tíð havt so stórar møguleikar sum onki annað land at byggja upp eina sjálvstøðuga tjóð og ein sjálvberandi búskap. Har okkara ovurhonds ríkidømi kemur øllum til gagns í landinum við rættvísum og mennandi politikki og loysnum. Har seinastu árini øll viðurskifti, ið vit ikki hava ræðið á, hava gingið við.

Men so illa er stýrt, at teir hava spolað upp undirskot og skuld í landsbúskapinum, sum vit øll skulu gjalda. Meðan ávísir partar í samfelagnum hava so stór yvirskot sum ongantíð fyrr.

Bara meðan Kaj Leo Johannesen hevur verið løgmaður, er skuldin hjá okkum øllum ??? hjá landskassanum ??? økt við 2,4 milliardum krónum. Samstundis er virðið í okkara samlaða búskapi vaksið við meira enn 3 milliardum krónum

Tað er eitt satt bragd. Tað krevur heilt serlig evni til at stýra so skeivt at tað eydnast at fáa eitt so vánaligt úrslit. Um onnur fólk høvdu fyrireikað seg í áravís og roynt av øllum alvi at røkka so skeivum úrslitum, so rokni eg ikki við, at tey høvdu klárað tað.

Men svarið hjá Føroya løgmanni er: Tjóðveldi hevur skyldina og hevur kostað okkum milliardir.

Hóast teir komu til fullar kassar og allar møguleikar, tá ið Tjóðveldi varð kveistrað út av landsins leiðslu av hinum flokkunum í 2004.

Tað ævinliga gonguverkið í heimastýrinum

Hetta er altso tað ævinliga gonguverkið hjá Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum: Vit tøma allar kassar. Vit floyta á tjóðina. Vit lata summi fáa framíhjárættindi í landinum, meðan onnur skulu gjalda rokningina. Og so fara til Danmarkar eftir tí, sum manglar í.

Á henda hátt kann Sambandsflokkurin við at stýra so illa sum hann ger, skapa myndina av, at vit megna onki sjálv og mugu leggja okkum undir Danmark at bidda pengar. Hann kann framleiða sín egna skeiva veruleika og vónar aftur at vinna val uppá tann óttan og ótryggleikan, ið hann sjálvur skapar.

Og Fólkaflokkurin trívist sum smálamb á nýsprotnum grasi í hesi skipan. So leingi vit skulu til Danmarkar eftir pengum, so kann Fólkaflokkurin siga, at okkum nýtist ikki at finna fígging í Føroyum til vælferðarskipanir og til landskassan. Tað kunnu danir orðna, meðan Fólkaflokkurin spælir sær við landskassan. Fólkaflokkurin framleiðir eins og sambandsflokkurin sín egna veruleika, har fólk skulu missa álitið á felags skipanir og samanhaldi, og ístaðin skulu siga: Nei, eg má bert hugsa um, hvat er best fyri meg.

Tjóðskapar- og fullveldisrørslan hevur skapt ríkidømi

Løgmaður dittar sær eisini at geva Tjóðveldi og fullveldisrørsluni í Føroyum skyldina fyri ta milliardaundirskotið, sum hann hevur staðið fyri.

Til tað er bert at vísa á nakrar søguligar veruleikar:

1. Fullveldissamgongan frá 1998-2003 hevði yvirskot hvørt einasta ár og rindaði uttanlandsskuldina niður. Samstundis vóru stór tøk tikin til rættvísar skipanir í samfelagnum, og Føroyar vóru á veg til at byggja eitt sjálvbjargið og sjálvstøðugt vælferðarsamfelag, sum vit sjálvi rinda fyri við okkara ovurhonds stóra rikidømi og møguleikum, tá ið vit verða javnsett millum onnur.

2. Síðani vit tóku ábyrgdina í 2001 og gjørdu okkum leys av meiri enn helvtini av danska blokkinum, er okkara samlaði búskapur ??? t.e. øll tey virði, ið vit skapa sjálv ??? meira enn tvífaldaður.

3. Í áttatiárunum ??? frá 1980 til 1992 ??? mistu Føroyar 13 milliardir í einum ábyrgdarleysum búskaparpolitikki, har boðskapurin um, at Danmark skuldi verja og bjarga okkum, helt dansinum gangandi.

4. Allar tær stóru inntøkurnar og tað ríkidømið, ið vit eiga í dag, eru skaptar við miðvísum stríði hjá tjóðskapar og fullveldisrørsluni. Tjóðveldisflokkurin stríddist einsamallur í mong ár fyri, at vit fingu egið fiskimark og ræðið á okkara lovandi ríkidømið í havinum. Sambandsflokkurin var hart ímóti øll árini og segði ongan kunna liva av nøkrum á føroysku grunnunum. Í dag breggjar løgmaður sær av tí ríkidømi, ið hansara flokkur als ikki vildi hava.

5. Tað sama er at siga um undirgrundina, útbúgvingarmøguleikar í Føroyum, at útbyggja infrakervið í Føroyum og alt annað, sum í dag er grundarlagið undir okkara framtíðarmøguleikum. Sambandsflokkurin hevur stríðst við hond og fót ímóti. Tí hann vildi vera við, at tað fór at kosta okkum og at tað var betri, at Danmark skuldi taka sær av tí.

6. Løgmaður heldur nýggjársrøður um okkara mentan og mál. Og um tey ótrúligu frambrot, sum okkara listafólk, ítróttarfólk og vinnufólk skapa úti í heimi fyri Føroyar. Men sambandspolitikkurin hevur í einum og øllum stríðst ímóti at vit hava egið mál og mentan. Og at vit kunnu umboða okkum sjálv úti í heimi og at vit sjálv kunnu hava beinleiðis atgongd til heimsins møguleikar.

Samanumtikið hevur tjóðskapar- og fullveldisrørslan skapt okkum teir møguleikar og tað ófatiliga ríkidømið, ið vit hava møguleikan at eiga í Føroyum. Og sum ongin vil sleppa í dag.

Hvat kostar sambandspolitikkurin?

Sambandspolitikkur hevur ikki bert kostað okkum milliardir og óteljandi menningarmøguleikar við síni stóru mótstøðu ímóti øllum framstigum, sum vit sjálv skapa. Ístaðin hevur sambandspolitikkurin trúttað aftur og aftur, at okkara framtíð, ríkidømi og vælferð liggur í tí, sum vit skulu fáa úr Danmark.

Tað kostar ikki bert milliardir. Men tað kostar sjálvsvirðing og vantandi samanhald um at byggja upp tað, ið vit øll kunnu vera errin av og hava álit á. Og tað skapar eina fastlæsta heimastýrisskipan, har vit eru farin á heysin fleiri ferð við fullum blokkstuðli. Og har ávísir valdsflokkar kunnu dusa sær og senda rokningina til meiniga fólkið.

Vit kunnu aftur byggja sjálvstøðuga tjóð

Men vit kunnu gera nakað við tað. Vit kunnu aftur seta okkum tað mál at byggja upp eina sjálvstøðuga tjóð, har øll hava somu rættindi og møguleikar. Og har vit standa saman um at gjalda í felag fyri okkara vælferð og menning.

Vit hava so ríkar møguleikar, at tá ið teir verða loystir úr hafti, fer ongin at skilja, at henda greinin ikki bygdi á skemt, men á tað sum landsins politiski ovasti veruliga hevur sagt.

P.S. Um onkur heldur, at eg eri íðan og bersøgin við Sambandsflokkin og hansara politikk, so taki eg fegin ímóti ítøkiligum dømum um, at Sambandsflokkurin hevur stríðst fyri onkrum máli ella eini visjón, sum vit í dag eru fegin og errin um og halda vera sjálvsagda fyri framtíðina.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder