Politikkur

Løgmaður, grøðarin og tungutala

...

2018-04-21 14:11 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Løgmaður dugir líka so væl at leingja beinini hjá føroyingum sum danski grøðarin í "Gud signi Føroyar".

Í nýggjársrøðuni sat ein fittur og blíðsnýðaður løgmaður í sjónvarpinum og greiddi frá týdninginum um at tosa virðiliga við og um hvønn annan. Um spjøldur. Sundurlyndið. Og løgmaður vísti - eins og grøðarin - til halgubók:

"Jákupsbrævið staðfestir, at tungan er eldur. Og Paulus áminnir okkum soleiðis: Tala tykkara veri altíð dámlig, kryddað við salti."

Tað tykist kortini, sum løgmaður hevur gloymt, hvat hann hevur sagt. Ella tosar hann í tungu. Tað er ikki hann, ið sigur tað, men onkur annar enn heilagi andin. Kanska spinndoktarin, Sjúrður Skaale?

Tak feskasta dømið.

Í samband við 2. viðgerð av pensjónsnýkipanin setti løgmaður "yvirlæknan" móti "vaskikonuni", "bankastjóran" móti "flakakvinnuni". Og hann segði enntá: "kann man hava mjøl í munninum og blása samstundis. Opinbart, um man eitur Bárður á Steig Nielsen og Sambandsflokkurin."

Við hesum setti løgmaður spjøldur á fólk. Hann dyrkaði sundurlyndið. Vit móti tykkum. Vaskikonan móti bankastjóranum.

Politics as usual.

Men tað er eisini tað, ið ger løgmann so ótrúverdigan. Hann segði eitt í nýggjársrøðuni, men gjørdi akkurát tað øvugta. Um løgmaður ikki megnar at fylgja sínum egnu ráðum, skal hann lata vera við at prædika tey. Akkurát sum danski grøðarin.

Hví fylgir løgmaður so ikki sínum egnu ráðum?

Svarið finnur tú - stuttligt nokk - í nýggjarøðuni hjáAksel V. Johannesen, løgmanni.

"Men einføldu kassarnir og spjøldrini gera tað lættari at seta mark millum okkum og tey, vit ikki eru samd við."

Hanus Samró

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder