2017-02-05 21:53
Til Jenis av Rana og Bill Justinussen, tinglimir Miðfloksins.
Føroyar eru sera væl egnaðir til at hýsa størri útlendskum vitjanum, altjóða ráðstevnum og fundum. Ein tílíkur fundur millum ríkisovastar vildi sett Føroyar á heimskortið, og eg eri samdur í, at vit skulu halda fram við at menna okkara førleikar og royndir á økinum við at skipa fyri tiltøkum í Føroyum og bjóða fólki henda vegin.
Vit mugu kortini gera okkum púra greitt, at tað verða ríkisovastarnir í USA og Russlandi, sum gera av, um og hvar teir ætla at hittast. Landsstýrið fer ikki av sínum eintingum at taka serst'k stig fyri at fáa slíkan topp fund til Føroyar.
Aksel V. Johannesen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald