Politikkur

Løgmaður á norðurlendskan forsætisráðharrafund

...

2015-10-02 20:06 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Løgmaður tekur í morgin lut á norðurlendska forsætisráðharrafundinum, sum verður hildin á Marienborg, norðanfyri Keypmannahavn.

Millum málini, sum eru á skrá, eru marknaforðingar millum norðanlond, samstarvið um Arktis og umhvørvismál.

-Samgongan hevur sett sær sum mál at stremba eftir sjálvstøðugum limaskapi í Norðurlandaráðnum. Landsstýrið hevur, í samsvari við einmælta løgtings­samtykt, framvegis sum mál at gerast sjálvstøðugur limur, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Á fundinum í morgin verða allir forsætisráðharrarnir í Norðanlondum, stjórnarleiðararnir úr Grønlandi og Føroyum, forsetin í Norðurlandaráðnum og aðalskrivarin í Norðurlendska Ráðharraráðnum.

Stutt um norðurlendsku forsætisráðharrafundirnar

Norðurlendska stjórnarsamstarvið byggir á Norðurlendska Ráðharraráðið. Norðurlendsku for­sætismálaráðharrarnir hava evstu ábyrgd av samstarvinum, eins og tað eru teir, ið seta nýggj, stór mál á skrá.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder