Politikkur

Løgmaður á fund við stjórnarleiðarar á Jersey

...

2015-06-25 21:27 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Løgmaður skal á fund við stjórnarleiðararnar á Jersey og Guernsey, nú hann verður staddur á Jersey í sambandi við Oyggjaleikirnar.

Sunnudagin er fundur við Chief Minister of Guernsey, Jonathan Le Tocq. Týsdagin skal løgmaður á fund við Chief Minister of Jersey, Senator Ian Gorst og Minister for External Relations, Senator Sir Philip Bailache.

Á skránni eru møguleikar og avbjóðingar hjá smærri oyggjasamfeløgum.Løgmaður fer eisini at kunna seg um viðurskiftini hjá Jersey og Gurnsey við ES, og partarnir fara eisini at umrøða mál av felags áhuga í hesum sambandi.

Løgmaður fer av landinum í kvøld.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder