Kaj Leo Holm Johannesen er ein av teimun 45 føroyinginum, sum næsta summar fara at súkkla til París við føroyska Team Rynkeby. Kaj Leo er ein av teimum sum er boðinat súkkla við.
Nær ert tú byrjaður at súkkla?
Eg súkklaði nógv sum smádrongur og keypti mær eina gamla súkklu í 1988, sum eg nú havi funnið fram aftur og eri byrjaður at súkkla til Kirkjubøar og aftur.
Hvussu ofta er ætlanin at venja við súkklu um vikuna?
Eg havi ætlanir um at venja 3 ferðir um vikuna og so ein longri túr í vikuskiftinum.
Venur tú eisini styrki?
Ja eg svimji 1000 metur crawl hvønn morgun frá mánadegi til fríggjadag, og spæli fótbólt ein tíma trýggjar fer um vikuna, so formurin er altíð til hálvt maraton - sum eg plagi at siga.
Trýst her og les samrøðina við Jonhard Joensen.
Hvat heldur tú um tiltakið Team Rynkeby?
Tað er eitt fantastiskt tiltak og sigur hvussu nógv ein lítil neisti við nøkrum starvsfeløgum kann gerðast til, tað er ein framihjárættur at sleppa at samlað inn til krabbameinsrakt børn og teirra familjur.
Hevur tú iðkað annan ítrótt?
Ja eg havi spælt fótbólt og hondbólt fyri tað mesta.
Hvat er tín størsta ítróttarhending?
Tað var landsdyturin í Landskrona tá ið Føroyar og Eysturíki spældu. Annars eru tað tær 7 steypafinalur og trý meistaraheiti eg havi vunnið við HB .
Les eisini at "Merkið skal veittra í París"
Hvørjar góðar eginleikar hevur tú, tá um ítrótt umræður?
Eg havi góðan vilja og styrki bæði sálarliga og kropsliga og toli mótgongd.
Hvat er tín veika síða, tá um ítrótt umræður?
Ongantíð verði tann besti teknikarin.
Hvør er tín fyrimynd í ítrótti?
Tað eru okkara ítróttahetjur Pál Joensen og Livar Nysted.
Sum verji fyri Ítróttasamband Føroya, hvørji góð ráð hevur tú til føroya fólk?
Eg vil heita á øll, sum hava møguleikan, at royna bara einferð í lívinum at koma í toppform - ger tað. Einki er sum kenslan av fysiskum og sálarligum yvirskoti við at verða topptrenaður.
Trýst her og les samrøðuna við Tummas Joensen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald