Politikkur

Lógirnar um hvítvask og gjaldingar eru nú dagførdar

...

2021-06-11 08:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fyri nøkrum døgum síðani segði Kringvarpið, at ein maður var handtikin við umleið hálvari millión krónum í reiðum peningi uppiá sær. Sambært Kringvarpinum var løgreglan sannførd um, at talan var um sokallaðar ???hvíttaðar pengar???, sum skuldu brúkast til at keypa rúsevni í Danmark, og hetta skuldi so seljast víðari á føroyska marknaðinum.

Hvítvasking av pengum snýr seg um, at pengar ið stava frá kriminaliteti (stuldri, sviki, sølu av narkotika o.ø.) verða handlaðir, soleiðis at tað ikki kann sporast, hvaðani teir stava. Endamálið er at fáa ???svartar pengar??? at síggja út til at vera???hvítir???.

Føroyar eru partur av altjóða samstarvinum um at fyribyrgja hvítvasking av peningi og fígging av yvirgangi. Hetta merkir, at vit skulu vera við til at steðga fíggjarligum kriminaliteti, og hetta var eisini orsøkin til, at vit í farnu tingsetu herdu markið fyri, hvussu nógv ein kundi gjalda við reiðum peningi. Nú er ikki loyvt at rinda meira enn 50.000 krónur við kontantum.

Hesi tiltøkini sum skulu forða fyri fíggjarligum kriminaliteti, hava eisini eina baksíðu. Tað er nevniliga einki hugaligt at fara inn í ein banka, og har skula annaðhvørt greiða frá, hvaðani tú hevur fingið pengarnar, sum tú ætlar at seta inn, ella hvat tú ætlar at brúkar pengarnar til, sum tú tekur út. Eisini er tað ein avbjóðing fyri serliga eldri fólk, at tey bara kunnu rinda við gjaldskorti.

Tí legði eg, í mars mánaði í ár, eitt uppskot fyri tingið um at seta donsku lógina um gjaldingar í gildi fyri Føroyar. Sambært hesum uppskotinum hava øll sum taka ímóti gjaldi, skyldu til eisini at taka ímóti reiðum peningi frá klokkan 6 á morgni til klokka 22 á kvøldi. Løgtingið samtykti einmælt hetta uppskotið.

Við hesum hava vit eina dagførda skipan á økinum, sum ger tað trupult hjá brotsmonnum at hvítvaska pengar í Føroyum, og samtíðis varðveita vit rættin hjá føroyingum at rinda við kontantum pengum.

Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder