Henrik Old vil broyta avgerðina uttan heimild. Heldur enn at revsa vágafólk, burdi hann virka fyri, at Suðuroyar- og Sandoyarbúgvar fáa bíligari samferðslu. Eg eri við.
Vágatunnilin er útgoldin og tí tók undanfarna landsstýrið avgerð um. at tunnilin skuldi latast landinum í sama standi sum við byrjan.
Avgerðin var tikin á aðalfundi hjá pf Vágatunlinum og hon var, at tunnilin verður latin landinum í desember í ár og tá verður frítt at koyra.
Henrik Old skal einki gera og hevur heldur ikki heimild til tað.
Men ætlar hann at broyta hesa avgerð, so stríðir tað ímóti lógini.
Aðalfundaravgerðin var fult í trá við lógina og ikki minst í trá við avtaluna, sum politisku flokkarnir gjørdu.
?? serligu viðmerkingunum í lógini til avhendingargreinina, stendur: ???anleggið gongur yvir til tað almenna, tá íløgan er goldin???.
Í dag er íløgan goldin, avgerðin um at lata landinum tunnilin er staðfest á aðalfundi í pf Vágatunlinum.
Nú ætlar avgjalds- og skattasamgongan at broyta hesa avgerð.
Tað hevur landsstýrið ikki heimild til.
Verður lógin hildin, so hevur Henrik Old ikki heimild at broyta avgerðini.
Mín áheitan á Henrik Old er, at hann heldur enn at revsa Vágafólk, eigur at finna loysnir fyri samferðslu hjá teimum, sum búleikast á størru oyggjunum.
Í Sjóvegis sambandi hava allar oyggjar serskipanir fyri tey fastbúgvandi. Td. Sandoyggin og Suðuroyggin hava ikki hesar. Her vil eg viðvirka.
Jørgen Niclasen, tingmaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald