Manningatrotið innan heimaskipaflotan er nú so stórt, at um onki verður gjørt fyri at beina av vegnum forðingarnar fyri, at eitt nú línuskipini fáa loyvi til at hava útlendingar umborð, verða enn fleiri skip løgd, enn tað longu eru. Tí má politiski myndugleikin taka ábyrgd og gera tað lættari at útvega útlendskum fiskimonnum arbeiðsloyvi í Føroyum.
Tað er hugvekjandi, at tað innan byggivinnuna helst arbeiða ella koma at arbeiða fleiri hundrað útlendingar, meðan hart kroysti heimaskipaflotin ikki fær mannað skipini orsakað av truplum reglum um uppihalds- og arbeiðsloyvi. Somuleiðis er høga arbeiðsloysismarkið ein álvarslig forðing fyri at manna fiskiskipini.
Støðan er nú so álvarslig, at skiparar og aðrir yvirmenn flýggja í aðrar sjóvinnur ella fara á land at arbeiða, tí tað er so strævið og leggur sera stórt trýst á teir fyri at fáa mannað skipini eftir hvønn túr. Teir kunnu tí ongantíð kenna seg tryggar at hava nóg mikið av fólki og sleppa avstað aftur, tá skipið er landað og skal gerast klárt til nýggjan túr.
Eftir fiskaloysi í nøkur ár, er fiskiskapurin so smátt við at taka seg uppaftur, prísurin er hækkandi, eins og møguleiki hevur verið fyri at sleppa í fremmandan sjógv ávísar tíðir av árinum. Tað er tí ikki til at liva við, at samstundis sum føroyskir fiskimenn leita sær í aðrar vinnur, er tað vorðið enn torførari at fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi til útlendingar, tá tað ikki ber til at fáa føroyingar.
Tær báðar høvuðsforðingarnar eru strongu reglurnar um arbeiðs- og uppihaldssloyvi og høga arbeiðsloysismarkið á 4,5 prosent. Hetta merkir, at fyrr enn arbeiðsloysið er komið upp á hetta talið, er ikki møguligt at fáa nakran útlending umborð. Gamla markið var 3,5 prosent, eins og reiðarar vóru undangóðkendir til at kunna útvega sær manning úr til dømis Eysturevropa. Heldur ikki, tá tað í Føroyum finnast persónar, sum av einihvørjari orsøk ikki hava møguleika fyri ella hava áhuga í at taka við hýru umborð á einum fiskiskipi.
Lívið sum fiskimaður er til tíðir strævið og krevur í stóran mun ungar og sterkar menn umborð. Hetta er ikki ein bólkur, sum fyllir nógv í arbeiðsloysistølunum. Harafturat skal tann, sum mynstrar, hava lokið trygdarskeið, ið lutfalsliga fáir ungir hava ella fara undir at taka, tí tað er kostnaðarmikið.
Seinastu árini er línuflotin minkaður úr 24 niður í 13-14 skip, og hendan gongdin kemur at halda fram, um ikki okkurt munagott verður gjørt fyri at beina forðingar av vegnum, so skipini kunnu mannast. Tað er bæði stórt spell og kostar føroyska samfelagnum stórar inntøkur, tí heimaskipaflotin er bæði arbeiðsskapandi og leggur lutfalsliga nógv eftir seg. Ikki minst nú fiskiskapurin hevur tikið seg uppaftur, og prísurin er hækkandi, er tað ómetaliga harmiligt og púra óskiljandi, at nøkur av skipunum noyðast at liggja við bryggju. Hetta orsakað av politiskum virkislamni, har hvørt skipið oftani manglar einar 2-3 mans fyri at kunna loysa frá landi.
- Eg vil fegin leggja dent á, at hesin trupulleikin onki hevur við sparing av hýru at gera, tí útlendingar fáa júst somu lønar- og arbeiðstreytir umborð, sum føroyingarnir hava. Orsøkin er eina og aleina tann, at vit hava so torført við at fáa mannað skipini, sigur Hálvdan Gudmundsen, formaður í Felagnum Línuskip.
Felagið vísir á stóra mismunin, sum gjørdur verður á føroyska arbeiðsmarknaðinum, tí aðrar vinnur týðiliga hava munandi lættari við at útvega útlendingum arbeiðs- og uppihaldsloyvi.
- Meðan bæði byggivinnan og aðrar vinnur uttan himpr kunnu seta útlendingar í starv nærum frá degi til dags, mugu vit bíða í mánaðir eftir svari til eina umsókn um arbeiðs- og uppihaldsloyvi, so vit kunnu loysa frá bryggju. Sjálvandi er tað gott, at byggivinnan og aðrar vinnur ikki verða forðaðar í at fáa gjørt sínar uppgávur. Tað einasta, vit krevja, er at fáa somu treytir at arbeiða undir, sigur Hálvdan Gudmundsen.
Felagið Línuskip heitir tí á avvarðandi landsstýrismann ella Løgtingið um at fáa loyst málið, so øll skip, ið framvegis eru í vinnu, sleppa avstað, og kunnu føra stóru virðini til lands, sum liggja og bíða eftir at verða fiskaði. Tað er í síðstu løtu, tí annars doyr línuflotin ella verður avmarkaður til ein viðfáning. Vónandi er endamálið við politiska drálinum ikki at taka lívið av stórum parti av heimaflotanum, ið er bæði arbeiðsskapandi og leggur nógv eftir seg til føroyska samfelagið.
Felagið Línuskip krevur politiska handling nú, so línuflotin ikki verður enn meiri skerdur, enn hann longu er.
Felagið Línuskip
Hálvdan Gudmundsen
formaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald