Vinna

Løðistøðir settar upp við Streymin og á Tvøroyri

...

2016-07-05 06:51 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

SEV hevur sett upp skjótløðistøðir við Streymin og á Tvøroyri, eftir at fyrsta skjóttløðandi støðin var sett upp í Klaksvík fyri jól í fjør. Løðistøðirnar síggjast á kortal.fo


SEV heldur fram at seta upp skjótløðistøðir kring landið, eftir at fyrsta løðistøðin av hesum slagnum var sett upp í Klaksvík stutt undan jólum í fjør.

Ein løðistøð er sett upp við kommunuskrivstovuna við Streymin, og á Tvøroyri stendur løðistøðin við Sjógøtu nærindis Strandferðsluni. Yvirlit yvir løðistøðirnar í Føroyum finst á Kortal.fo við at velja ???Løðistøðir??? í breddanum til høgru.

Talan er um sonevndar Quick Charge løðistøðir, sum løða elbilin upp á 80 prosent eftir 20 minuttum, og tað er munandi skjótari, enn eldru løðistøðirnar vóru førar fyri.

Næstu tríggjar løðistøðirnar verða settar upp í Havn, Vestmanna og á Flogvøllinum.

Tá fyrsta Quick Charge løðistøðin var sett upp í Klaksvík, var í roynd og veru talan um eitt týðandi stig á grønu kósini, tí tað var fyrstu ferð møguligt var at fara t.d. úr Havn við elbili til Klaksvíkar, har bilurin kundi løðast eftir stuttari tíð á almennum staði fyri at koyra úr Klaksvík aftur.

SEV metir løðistøðirnar vera ein týðandi liður í tilgongdini at elektrifisera Føroyar á grønu kósini frameftir, sum hevur til endamáls at gera Føroyar óheftar av olju. ??tlanin er, at í 2030 skal øll orka á landi koma frá elorku, sum stavar frá varandi orkukeldum ??? vatni, vindi, sjóvarfalli og sólorku, tað skrivar SEV.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder