Viðmerking frá Føroya Arbeiðsgevarafelag til útsagnir hjá tingformanninum í Radaranum.
Tó allarfyrst ein viðmerking til definitiónina av lobbyismu, sum var givin í Radarinum. Sagt var, at lobbyisma er, tá fyritøkur royna at ávirka politikkarar. Hetta er skeivt. Lobbyisma er at bera fram egin ella annans áhugamál og meiningar í politisku tilgongdini. Her er ikki bert talan um vinnu og fyritøkur, men sanniliga eisini um aðrar áhugabólkar. Og politikarar hava sum heild ein áhuga í at vita, hvat hesir áhugabólkar halda um ymisku málini, sum verða viðgjørd á Løgtingi.
Áhugavert at hoyra tingformannin úttala seg um, at ávirkanin frá vinnufyritøkum á politisku skipanina og á einstøk tingfólk er somikið stór, at skipanin hoknar undir henni. Hetta er eitt álvarsligt mál, sum neyðugt er at kjakast um. Tingformaðurin helt ikki, at lobbyisma hoyrir heima innan tinggátt. Men bæði í Føroyum og aðrastaðni er lobbyisma ein viðurkendur partur av demokratisku tilgondini, eisini í parlamentunum. Politiska landslagið í løtuni er tó soleiðis, at mál verða send til hoyringar við ógvuliga stuttari freist, um tey yvirhøvur verða send til hoyringar. Tað er tí ikki, fyrr enn málini verða løgd fram á Tingi, at einstaklingar ella áhugabólkar hava møguleika at siga sína hugsan um málini.
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tó, at skipanin liggur, sum hon sjálv hevur reitt. Ongantíð sum nú leggja einstakir politikkarar og landsstýrisfólk sjálvi upp til at geva og loyva einstaklingum pláss til hesa ávirkan, og her verður ikki bert hugsað um umboð fyri vinnuna. Vit kunnu bara hyggja eftir innkallingunum til nevndirnar í Løgtinginum, sum sjónliggera hetta so sera væl.
Etableraðu lobbyorganisasjónirnar, sum brúka demokratisku tilgongdina við at svara hoyringum sakliga og konstruktivt uppá fyrispurningar frá landsstýrinum og løgtinginum, eru eftir øllum at døma als ikki nóg áhugaverdar. Somuleiðis verða tær undirgravaðar av politisku skipanini herundir løgtinginum, sum heldur vil hoyra um áhugamálini hja einstaklingum enn at biðja hesi gera sína ávirkan galdandi gjøgnum egnar felagsskapir. Soleiðis sum støðan í mun til innkallingar er og hevur verið í nøkur ár, er eingin orsøk at gera semjur í felagskapi.
Veikleikin hjá einstøkum løgtingslimum er ímyndin av veikleikanum hjá politisku flokkunum sum heild. Flokkarnir eiga at skúla síni umboð so mikið, at tey vita hvønn veg tey venda, tá tey stilla upp, eru vald og byrja sítt arbeiðið í løgtinginum. Tey eiga at verða lærd at duga at fyrihalda seg til lobbyismu og lobbyistar, ikki bara umboðandi vinnu, men sanniliga eisini onnur áhugamál í føroyska samfelagnum.
At løgtingsformaðurin kundi hugsað sær lóggávu at tryggja, at fyritøkur ikki gerast ov stórar, tí tær so hava ov stóra ávirkan hongur als ikki saman. Vit hava Kappingareftirlitið at tryggja hesi viðurskiftini, og heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag nú eins og áður, at um hetta er ein avbjóðing, so eigur Kappingareftirlitið at verða styrkt.
Tað hevði somuleiðis klætt løgtingsformanninum at sett seg betri inn í fakta, tá hann leggur einstakar fyritøkur undir at trýsta politisku skipanina ov nógv. Hugsað verður um dømið, løgtingsformaðurin brúkti um støðuna í alivinnuna fyri útvið 15 árum síðani. Alivinnan heitti umvegis Havbúnaðarfelagið tá bæði í skrivum og á fundum í áravís á politiska myndugleikan um at áseta heilsufrøðiligar reglur fyri at fyribyrgja smittu. Ikki fyrr enn eldur kom í orsakað av ILA, vaknaðu myndugleikarnar, og tá var ov seint.
At vinnan ella vinnufyritøkur hava ov stóra ávirkan á politikkin, hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag sera trupult við at fáa eyga á, serliga um hugt verður eftir seinasta hálva árinum, har Páll á Reynatúgvu hevur verið løgtingsformaður, og har vinnupolitikkurin ikki júst hevur víst seg at hava hoknað undir atlitum til vinnuvirksemið her á landi.
Á heimasíðuni hjá danska fólkatinginum stendur soleiðis:???Regeringen er ansvarlig for ??? med hjælp fra ministerierne ??? at føre de love, som Folketinget vedtager, ud i livet. Alle medlemmer af Folketinget kan fremsætte lovforslag, men det er primært regeringen, der får sine love vedtaget.
Inden en minister fremsætter et lovforslag, får alle involverede parter som regel mulighed for at give deres mening til kende. Det kaldes en høringsfase. På den måde kan man påvirke lovgivningen. Alle borgere eller interesseorganisationer kan også henvende sig til et medlem af Folketinget for at foreslå, at folketingsmedlemmet fremsætter et bestemt lovforslag.???
Lobbyisma er ein týdningarmikil og viðurkendur partur av demokratiska samfelagnum, og tað er ein veruleiki, sum politiska skipanin eigur at viðurkenna og duga at fyrihalda seg til. Eisini tá lobbyistarnir umboða vinnulig áhugamál.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald