Lýsing

LM Electric søkir eftir elektrikaralærlingum

...

2018-02-17 10:11 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Søkt verður eftir lærlingum m/k, at byrja skjótast gjørligt.

LM Electric er Føroya størsti el-innleggjari. Tú kemur at arbeiða í eini fyritøku við nógvum ymiskum uppgávum. Hetta gevur tær eina fjølbroytta og áhugaverda útbúgving sum elektrikari. Vit hava umleið 60 fólk í starvi, og uppgávurnar eru bæði mennandi og sera fjølbroyttar.

Hjá LM Electric er góðska og dygdargott handverk altíð ein sjálvfylgja. Sum lærlingur lærir tú týdningin av hesum, og tú fært góðan stuðul frá leiðslu og nógvum royndum starvsfeløgum.

Vit vænta

At tú hevur áhuga fyri økinum og ert hugagóður til hetta arbeiði. Hevur tú praktiskar royndir frá handaligum arbeiði, er tað ein fyrimunur. Annars vænta vit at tú:

· Ert álítandi og tekur ábyrgd av tínum arbeiði.

· Hevur góð samstarvsevnir.

· Ert arbeiðssamur, røkin og fyrikomandi.

Vit bjóða

Vit kunnu bjóða eitt áhugavert arbeiðspláss í alsamari menning, og sum saman við undirvísing á Tekniska skúla gevur ein haldgóða útbúgving. Vit hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, har tú fært møguleika fyri at seta títt persónliga merki á arbeiðið.

Meiri fæst at vita

um starvið við at venda sær til Hjalgrím á Heygum ([email protected]) á telefon 291236 ella Paula Hofgaard ([email protected]) á telefon 291235.

Umsókn

saman við avritum av próvskjølum og upplýsingum um arbeiðsroyndir, útbúgving v.m. (CV) skulu sendast til [email protected]. Umsóknarfreistin er 10. mars 2018.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder