Hin 29. mars 2017 blivu ljósmøðurnar, á stórfundi í veitsluhøllini, kunnaðar um, at tær frá 1. april 2017 ikki longur starvast á føðideildini. Hetta var ikki apríl-skemt...
Avgerð var tikin um, at virksemið framyvir verður býtt sundur í eina burðardeild og eina barsilsdeild og skulu ljósmøðir ikki starvast á hesi barsilsdeild. Ljósmøður øtast yvir hesa avgerð, sum setur allar barnakonur í Føroyum í eina ótrygga støðu. Ljósmøður eru einasti fakbólkur, ið hevur serkunnleika á øllum barnakonu-økinum, sum er viðgonga, føðing og barsil.
Kortini hevur sjúkrahússtjórin valt at taka rættin frá ljósmøðrunum at mynda og virka innan ein stóran og týdningarmiklan part av arbeiðsøki teirra. Henda avgerð byggir hvørki á fakligt, fíggjarligt ella samfelagsligt grundarlag. Harafturat gongur avgerðin beint ímóti visjónini og missiónini hjá Landssjúkrahúsinum, sum millum annað er at tryggja, at førleikarnir hjá starvsfólkunum verða virdir og gagnnýttir.
Hesi seinastu árini er valt at miðsavna allar føðingar á Landssjúkrahúsinum fyri at fáa eina so dygdargóða tænstuveiting sum gjørligt, barnakonum og barnafamiljum at frama. Hóast hetta velur sjúkrahússtjórin nú av sínum eintingum at taka ljósmøðurnar út av føðideildini og hervið útihýsa serkunnleikanum.
Sambært sjúkrahússtjóranum er henda broytingin á føðideildini grundað á trý ting.
1. Tilmælið frá IKAS (Institut for Kvalitet og Akkreditering i Sundhedsvæsenet)
2. Rekrutteringstrupulleikar
3. Samstarvsstrupulleikar
Her skal viðmerkjast, at ljósmóðurleiðslan hevur gjørt eitt megnar arbeiði við at rekruttera og fasthalda starvsfólk og tískil kenna ljósmøðurnar ikki henda trupulleikan. Ljósmøðurnar hava í dag 6 nýkomnar og tøkar ljósmøður og vandi er nú fyri, at tær finna arbeiði aðrastaðni enn í Føroyum. Eisini kann viðmerkjast, at ljósmøðurnar als ikki kenna seg aftur í manglandi vilja at samstarva.
Ljósmøður, sum hava hægsta serkunnleika innan alt barnakonu-økið, kunnu als ikki góðtaka tiknu avgerð, tí hetta er ikki ein dygdargóð tænastuveiting til føroyskar barnakonur og barnafamiljur. Visjónin og missiónin hjá ljósmøðrunum hevur altíð verið og er framhaldandi at tryggja føroyskum barnakonum og barnafamiljum bestu byrjan!
Ljósmøðurnar á Landssjúkrahúsinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald