LV.fo skrivar:
ROYNDARVERK??TLAN: Kunoyartunnilin er ein av teimum síðstu lágferðslutunlunum í landinum, ið nú verður dagførdur við trygdarútgerð. Sum liður í hesum arbeiði hava fólk frá Landsverki í dag sett upp ljós í parti av Kunoyartunlinum. Talan er um eina royndarverkætlan fyri at kanna eftir, hvussu hetta slagið av ljósum roynist í tunlinum.
Aftan á at hava tryggjað bæði veggir og loft í Kunoyartunlinum, er nú klárt at seta inn trygdarútgerð í tunnilin eins og gjørt er í øllum øðrum lágferðslutunlum í landinum.
Sum eina royndarverkætlan eru samanhangandi dioduljós sett upp á stuttum teini í aðrari síðuni í tunlinum. Roynt verður at finna ein trygdarstandard fyri, hvør útgerð skal vera í teimum smærru tunlunum. Tí verður hendan nýggja ljósskipanin nú royndarkoyrd í Kunoyartunlinum fram til einaferð fyrst í januar 2016. Tá verða ljósini flutt upp undir loftið í tunlinum fyri at vita, hvør av hesum staðsetingum roynist betri.
Kunoyartunnilin er ein av teimum síðstu lágferðslutunlunum í landinum, ið nú verður dagførdur við trygdarútgerð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald