Vinna

Ljós sett á burðardygga stóraling

...

2017-08-22 14:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

GRANSKING: Í apríl í ár luttók Fiskaaling í eini stórari verkstovu í Vancouver í Kanada, sum setti ljós á, hvussu stóraling mest skynsamt eigur at verða skipað í smáum samfeløgum. Serliga í Noregi og Kanada kunnu viðurskiftini millum alivinnuna og upprunafólkið gerast viðbrekin, men eisini í Føroyum eru avbjóðingar at skipa alivinnuna so skynsamt, sum tilber.

Eitt afturvendandi kjakevni í fleiri av londunum er, hvussu aling í stórum mátistokki kann skipast skynsamast í smáum samfeløgum. Eitt nú í Noregi og í Kanada eru stórar avbjóðingar at fáa viðurskiftini millum alivinnuna og viðurskiftini hjá upprunafólkinum at ganga hond í hond ella best møguligt. Hetta var ein høvuðsorsøk til, at ein stór verkstova um stóraling varð løgd til Kanada, har upprunafólkini í stóran mun síggja alingina vera til bága fyri teirra lívsgrundalag.

Laksaalingin í Kanada er í dag um 122.000 tons, og meira enn helmingurin ??? umleið 60 prosent ??? fer fram í British Columbia á vesturstrondini. Hetta svarar til umleið føroysku framleiðsluna, hóast økið er munandi størri enn okkara.


Verkstovan undir heitinum ???Intensive aquaculture and sustainable regional development in the Arctic region ??? From controversy to dialog (AquaLog)??? byrjaði við einari rundferð, har vitjað varð á alibrúkum, hjá First Nation-umsitingum, ið eru lokalar stjórnir hjá upprunafólkabólkum, og hjá ráðgevum innan alivinnuna á Vancouver Islands. First Nation-umsitingarnar hava havt viðurkenning frá kanadisku stjórnini síðani 1984.

Styrkja netverk og altjóða granskingarsamsstarvLuttakararnir á verkstovuni í Kanada komu frá Universitetinum í Tromsø og granskingarstovninum Nofima í Noregi, ráðgevarafelagnum Torsta AB í Svøríki, Universitetinum í Ottawa og granskingarstovninum Tamarack Research í Montreal í Kanada. ??r Føroyum luttók Knud Simonsen, granskingarleiðari á Fiskaaling.

Verkstovan endaði við einum 2-daga seminari á University of Bristish Columbia, har umboð fyri universitet og granskingarstovnar, almennu kanadisku aliumsitinginga, felags fiski- og aliumsitingina hjá upprunafólkunum, umframt umboð fyri fleirstovna granskingarátøk í Norðuramerika, luttóku.

Verkstovan í Kanada var framhald av verkstovu, sum varð hildin í Tromsø í apríl 2015, tá eisini umboð úr Íslandi luttóku.

Verkstovan varð fíggjað av Nordregio-skipanini undir Norðurlandaráðnum og av Framsentrinum í Tromsø, sum partur av einari størri verkætlan, og verður skipað í fleiri pørtum. Endamálið er at styrkja altjóða granskingarsamstørv og netverk.

Í Føroyum næstu ferðHóast stórur munur er millum luttakandi londini, tá ræður um landafrøðiliga stødd, fólkatal, framleiðslu, framleiðslunøgd og mannagongdir annars, so var ein av niðurstøðunum frá verkstovuni, at ósemjurnar í teimum ymsu londunum oftani eru um tey somu evnini. Londini kunnu tí hava gagn av at hoyra um royndirnar hjá hvørjum øðrum, og hvussu ósemjurnar í teimum ymsu samfeløgnum verða loysatar ella møguliga kunnu loysast.

Arbeitt verður nú við at taka samanum tilfarið og sjónarmiðini, sum vórðu savnaði í verkstovuni, og ætlanin er at lýsa hetta í eini vísindagrein, sum skal vera liðugt skrivað og gevast út komandi vár.

??tlanin er at skipa fyri einari triðju verkstovu í hesi røðina, sum eftir ætlan skal haldast í Føroyum í 2019. Fyrbils arbeiðsheitið til hesa verkstovuna er "Best Practice Management".

Lesið meira á hesum leinkjum:

www.coreplan.no/en/workshop-in-canada/


www.nordregio.se/Metameny/About-Nordregio/NCM-Arctic-Co-operation-Program-Arktiskt-Samarbetsprogram/Projects-2015-17/Sustainable-growth-and-business-development/

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder