Politikkur

Lívlong endurvenjing til parkinsonsjúklingar

...

2021-08-31 11:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Tað eru tvífalt so nógvir parkisonsjúklingar í Føroyum sum í Danmark, um sammett verður við fólkatalið. Men enn er einki ókeypis tilboð um lívlanga støðuga venjing. Tí hevur Eyðgunn Samuelsen sett fyrispurning til heilsumálaráðharran, um ætlanin er at seta eitt slíkt tilboð á stovn.


Í Danmark er hetta tilboð ókeypis fyri borgaran og eitt tilboð, ið viðkomandi fær, tá sjúkan er staðfest - uttan mun til aldur.

Í Føroyum er økið tvíbýtt. Landið hevur ábyrgdina av teimum, ið eru yngri enn 67 ár og kommunan ábyrgdina av teimum, ið eru eldri enn 67 ár. Tað kann hava við sær, at borgarar detta ímillum skipanir ??? møguliga tí tað er trupult at skipa málrættaða venjing í hvørjari kommunu sær. 

- Tískil er spurningurin, um tað ikki hevði verið best og mest nøktandi fyri borgaran, um landið tók stig til eitt samskipað málrættað landsumfatandi tilboð til allar borgarar við Parkinson uttan mun til aldur, sigur Eyðgunn Samuelsen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder