Ítróttur

Livar Nysted um havrógving (Aftursvar til Suna Merkistein)

...

2014-01-07 01:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Lat meg sláa fast beinanvegin, at alt hettar rokið ikki kemst av, at eg ikki var í uppskoti til ársins ítróttarfólk 2013. Hettar rokið kemst av, at ÍSF ikki viðurkennir havrógving sum ítrótt. Lat meg eisini sláa púra fast, at tað eri ikki eg sum havi runni aftana KVF fyri at tala mína søk. Høgni Mohr ringdi til mín og spurdi um eg kundi stilla upp í einum lítlum kjaki við onkran av dómsnevndini og tað segði eg ja til. Tá eg kom til Havnar vildi eingin av dómsnevndini møta upp. Eftir hettar varð so ein samrøða gjørd við meg. So kann man spyrja seg sjálvan, hví KVF hevur áhugað í hesum.

Kappróður hevur verið ein sera stórur partur av mínum lívi, og eg eri sera stoltur av, at nøkur av mínum bestu ítróttar árum, eru farin til okkara tjóðarítrótt. Aftaná nøkur ár í Føroyskum kappróðri og 3 FM heitir, hevði eg hug at royna nýggjar avbjóðingar og eg má siga, at eg havi stórtrivist í havrógving.

Havrógving er sum navnið sigur, ein ítróttur sum gongur fyri seg á opnum havi. Tær flestu kappingar verða hildnar á teininum millum Kanarisku oyggjarnar og Barbados. Eisini verður róð úr New York til Onglands og frá Australia til Mauritius.

Fyrst í desembur fóru 17 bátar úr Gran Canaria við kós ímóti Barbados. Hesir bátar eru undir sera strangum eftirliti hjá ORS (Ocean Rowing Society), eins og vit eru tá vit rógva, og skulu fylgja sera strangum kappingar reglum. Og líka sum í øðrum ítrótti, kunnu vit eisini byrja einkultvís. Eisini er eitt krav fra ORS, at vit skulu hava eitt tól umborð, ein sokallaðan yellow brick, sum nágreiniliga vísir hvar vit eru og hvussu skjótt vit rógva. Eisini hevur ORS eftirlit við veðrinum, so um onkur skuldi havt hug at koyrt eitt segl upp ella brúka maskinorku fyri at fáa meira ferð, so verður tað uppdaga beinanvegin. Og tað hevur eisini víst seg, at onkur bátur er vorðin kolldømdur. Ei heldur hava vit lov til, at taka ímóti hjálp á túrinum, bara tað at man hevði fingið eina sodavatn, hevði verið nokk til, at verði kolldømdur. So her er avgjørt talan um væl skipaðan ítrótt, ið er undir sera strongum eftirliti!

Í Januar/Februar 2013 róðu vit kapp ímóti einum øðrum báti - teinurin var 5000 KM. At rógva 12 tímar um døgnið, 35 døgn út i eitt og vinna við bert 60 minuttum, kann ikki sigast annað, enn at vera sera hørð kapping. Seinasta summar róðu vit um Indiska havið og sjálvt um ongin bátur var við síðuna av okkum, so var hetta nokk ein tann størsta kappingin eg havi verið í! Hvønn dag vistu vit, hvat skuldi til fyri at vinna á undanfarna kappingarneyta. Serliga tvær tær seinastu vikurnar vóru ekstremt harðar, tí kappingin varð í so tøtt. Tá var teinurin 6500 KM og vunnu vit við umleið 24 tímun. So um ein hugsar um longdina á teininum, hvussu nógvar dagar vit rógva og at vit bert vinna við fáum tímun, vísir hvussu hørð kappingin er.

Í síni grein sigur Suni Merkistein hesi orð: ???At Livar og hansara menn hava framt eitt roysni eri eg ivaleysur um. Men at sammeta Livar við eitt nú Pál Joensen er eftir mínum tykki høpisleyst, tí tað er hvørt sítt. Annað er meira hevdvunnin ítróttur, ið grundaður er á úrslit, avrik og met, ið kunnu vigast og mátast og samanberast, hitt er heldur eitt ódefinertbart roysni, útint undir primitivum umstøðum við ongum veruligum kappingarneytum ella tíansheldur eftir neyvt ásettum kappingarreglum.???

Tað er sera harmiligt, at Suni Merkistein skal fara so lætt um sannleikan, fyri at verja síni sjónarmið. At siga, at vit ongar veruligar kappingarreglur ella kappingarneytar hava, er beinleiðis lygn! Eisini kemur hann við speirekandi viðmerkingum um, at vit bert eru nakrir víkingar undir primitivum umstøðum, alt hetta, fyri at flyta fokus frá hvat havrógving veruliga er, nemliga ein ítrótt. Tað er heilt skilligt, at Suni Merkistein ikki veit stórvegis um havrógving.

Eg havi eisini hug, at vísa til hendan lítla greinastubban, ið var at lesa í Ensku bløðunum í 2005:

???Double Olympic Gold medal rower James Cracknell has now officially announced his participation in the Atlantic Rowing race 2005, which will start from La Gomera, Canary Islands on Sunday 27th November 2005. The ultimate in rowing races and one of the toughest endurance events available today. James will compete on equal terms against 27 other teams, The Atlantic Rowing Race 2005 will be the fourth edition of the event, and will include three classes for single handed rowers, teams of two and teams of four.???

Also her er talan um seriøs ítróttarfólk í einum seriøsum ítrótti.

Víðari sigur Suni Merkistein í síni grein: ???Í mínum huga eiga tey at tilnevnast, sum hava heilt ítøkilig úrslit at vísa á; eitt meistaraheiti, eitt gullheiðursmerki, eitt met, ein stórmeistaranorm, o.s.fr. Sovorðið, sum tey hava vunnið í harðari kapping á jøvnum føti við aðrar harðar kappingarneytar. Soleiðis má tað vera. Annars verður tað for diffust eftir mínum tykki.???

Til tað havi eg at viðmerkja, at eg havi 2 heimsmet, sum eg havi vunnið í harðari kapping og eg havi 5 Guinness met í míni ítrótt. Eg skal heilsa Suna og siga, at eg eri ikki komin sovandi til hesi met.

Eisini haldi eg tað vera sera harmiligt, at ÍSF letur seg trýsta av eini sjónvarps sending og í seinastu løtu verður ein dómsnevnd skrumbla saman, ella fyri at brúka orðini hjá Suna: ???einari hissini settari dómsnevnd???. Hetta er ikki serliga virðiligt fyri føroysk ítróttarfólk og hevur ikki nógvan itróttaranda yvir sær.

Sjálvt um greinin hjá Suna Merkistein er full í ósannindum, fari eg at fyrigeva honum tað. Vit kunnu øll gera feilir og Suni Merkistein verður ikki minni maður av, at viðurkenna sínar feilir. Men eg fari at heita á hann, um at halda seg til fakta í framtíðini.

Sum sagt í byrjanini, er hetta rokið ikki um at verða tilnevndur ella ikki til ársins ítróttar navn og eg eri ikki upp á nakran sum helst hátt, argur um at eg ikki eri tilnevndur. Eg eri bert eitt ítróttarfólk, sum berjist fyri at fáa mín ítrótt viðurkendan og eg má siga, at tað er ein sera løgin kensla, at eg sum føroyingur skal vera noyddur at verja rógving sum eina ítróttargrein.

Til seinast fari eg at ynskja øllum, sum vóru í uppskoti til at gerast ársins ítróttarnavn, hjartaliga tillukku og serliga vil eg ynskja Pál tillukku við fult uppiborna heiðurinum.

Við róðrarkvøðu
Livar Nysted

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder