2013-09-18 19:28
Leiðsluráðstevnan Global Leadership Summit verður í Norðurlandahúsinum tann 17. og 18. januar 2014. Umframt útlendsku fyrilestrarnar, sum verða vístir á stórskíggja, fer eisini Livar Nysted at hava ein fyrilestur.
Á heimasíðuni hjá GLS í Føroyum,gls.fo, skriva fyrireikararnir, at Livar Nysted fer at greiða frá týdninginum av at seta sær stór mál, og hvussu ein fyrireikar seg og røkkur hesum málum, hóast avbjóðingarnar kunnu vera stórar.
Í fyrilestrunum, ið verða vístir á stórskíggja, verður høvi at síggja og hoyra millum annað Bill Hybels, stovnara í Willow Creek Community, Oscar Muriu, høvuðspastor í Nairobi Chapel, og fyrrverandi amerikanska uttanríkisráðharran, Colin Powell.
Kelda: trubodin.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald