JN

LÍV var í Nólsoy eftir smágentu, sum hevði sett í hálsin

...

2015-08-31 20:15 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Um middagin í dag var bjargingarbáturin LÍV boðsendur, atr fara til Nólsoyar, eftir eini smágentu, sum hevði sett okkurt í hálsin, tíbetur spældi alt væl av.

Tá ið hugsað verður um, at manningin sum siglir LÍV eru fólk, sum røkja annað arbeiðið, so má ein undrast á, hvussu skjótt varð atborið - til rós fyri manning og alt systemið, sum skal í gongd.

Vit hava tíðirnar fyri fráboðanina niðanfyri:

kl. 11.55 fekk MRCC boðini

kl. 11.56 hevði Brandstøðin í Havn boðini

kl. 11.58 móttekur manningin kalliboðini frá Brandstøðini

kl. 12.01 er fyrsti maður umborð á LÍV

kl. 12.04 loysir LÍV av Busatanga

kl. 12.07 er LÍV á Ísbryggjuni, har portørar koma umborð

kl. 12.10 loysir LÍV frá Ísbryggjuni og siglir til Nólsoy

kl. 12.15 er LÍV í Nólsoy

kl. 12.24 er LÍV aftur við Ísbryggjuna, har sjúklingurin við sjúkrabili verður fluttur á Landssjúkrahúsið.




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder