Vinna

L??V var eftir báti, sum hevði mist skrúðuna

...

2015-10-03 04:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í kvøld var boð eftir bjargingarbátinum LÍV, tí ein bátur hevði mist skrúðuna, báturin var staddur suður ímóti Borá, sum er miðskeiðis millum Glyvursnes og Kirkjubønes. Báturin rak ímóti landi, men teir høvdu akker, sum teir kastaðu út.

LÍV fór av Havnini kl. kl. 18.20, teir vóru hjá bátinum kl. 18.30 og kl. 19.10 høvdu teir sleipað bátin til bátahylin á Argjum.

Tað vóru tveir mans við uppsteðgaða bátinum

Sí eisini myndina niðanfyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder