2017-11-04 21:16

Seinnapartin í dag fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at ein bátur mátti fáa hjálp.
Bjargingarbáturin Lív var boðsendur, og fór fyrst til Nólsoyar, og síðani til bátin ið hevði motortrupuleikar. Báturin var tá staddur við Tjørnunæs, sum er millum bygdina og Borðuna á Nólsoynni.
Lív sleipaði bátin til Havnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald