Vinna

Lív í vøkstri

...

2016-05-14 08:36 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vit hava seinastu árini lagt dent á at økja okkara viðskiftaskara við m.a. fakfeløgunum.Okkara mál er at kunna veita eins góða tænastu til vinnufyritøkur og einstaklingar.Vit ynskja at vera fyrsta valið hjá føroyingum, tá tað snýr seg um at tekna eina lívstryggingella at gera eina virðisgevandi uppsparing til eftirløn. Felagið hevur 22.480eftirlønarkundar og 18.300 kundar við samlagstryggingum. 

Kundarnir fáa vinningin 

Vit hava deilt vinningin millum allar kundar okkara í skjótt 50 ár, og aftur í 2015 verða10,3 mió. krónur lutaðar út til kundarnar. Eginognin hjá felagnum verður styrkt við 4,3mió. kr. eftir skatt. 

Vit síggja dagliga í okkara virksemi, at vit gera mun, og okkara mál og strategi fyri komandiárini er at halda áfram at virka fyri eini øktari virðisøking til einstaka kundan. 

Við góðari ráðgeving til okkara kundar og við kappingarførum tænastum til fakfeløg,vinnufyritøkur og einstaklingar umsita vit í dag umleið 65% av eftirlønarmarknaðinum íFøroyum. Hetta er eitt álit, sum okkara 28 dugnaligu starvsfólk taka í størsta álvara, ogsum sæst aftur í okkara skynsama íløgupolitikki, har vit minka um váðan á íløgunum, sohvørt viðskiftafólkini nærkast eftirlønaraldri. 

Árið 2015 hevur verið avbjóðandi á íløguøkinum. Teir kundar, sum hava lagt um tilmarknaðarrentu, hava fingið tilskrivað eitt avkast uppá millum 2,22 og 2,84%. Avkastiðer tengt at, hvussu leingi tað er, til kundin røkkur eftirlønaraldri. 

Lága rentustøðið á alheims fíggjarmarknaðinum er ein avbjóðing fyri øll lívstryggingarfeløg.Tí arbeiðir samtakið áhaldandi við at hava ein so lágan íløgukostnað sum gjørligt, soleiðis at meira verður eftir til eftirlønaruppsparingina. Vit hyggja áhaldandi eftirnýggjum íløgumøguleikum ??? eisini í Føroyum. Av samlaðu íløguognunum hjá felagnumer føroyski parturin øktur úr 3,7% í 2014 til knøpp 6% í 2015. 

Innlit 

Vit dylja ikki umsitingargjaldið, men vísa greitt, hvat tað kostar at vera limur og fáa fullanágóða. Við umlegging til forskatting av eftirløn valdu vit í 2012 at leggja umsitingargjaldiðá eina legu, sum sigur 6% av inngjaldinum umframt 300 kr. árliga, og hesa upphæddhalda vit fast um. Sparsemi í umsiting og fyrisiting merkir størri vinning og avkasttil okkara limir, og tað er ein málsetningur eins væl og eitt lyfti, vit ynskja at halda fast í.Kostnaðurin fyri hvønn tryggjaða var 808 kr. í 2015, ið er tað lægsta nakrantíð. 

Eitt trygdargott útgjald 

??tgoldnar veitingar vóru útvið 60 mió. kr. í 2015. Meginparturin av hesum eru útgjøld ísambandi við pensionering og samlagstrygging.Aðalfundur í Lív-samtakinumRoknskapurin hjá Tryggingarfelagnum LÍV varð góðkendur á aðalfundinum hjá LÍVsamtakinumtann 27. apríl 2016. Roknskapur felagsins og hjá samtakinum er at finna áheimasíðu felagsins liv.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder