JN

Lív hevur sleipað ein bát í dag

...

2017-08-02 21:07 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Seinnapartin í dag fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at ein frítíðarfiskibátur hevði fingið motortrupuleikar, hann var staddur í Nólsoyarfirði.

MRCC sendi Rescue Lív eftir bátinum, sum var staddur í Nólsoyarfirði suður móti Kirkjubønesi. Lív var hjá bátinum klokkan 14:40 og setti fast, og sleipaði hann síðani til Havnar, og Lív var við bátinum klokkan 15:20.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder