2017-11-05 15:08

Klokkan 03:20 í nátt fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at neyðugt var at fáa flutt eitt fólk av Nólsoynni tí tað mátti undir læknahond.
Lív loysti klokkan 03:35, og fór til Nólsoyar eftir skadda persóninum. Klokkan 04:51 var Lív aftur á Havnini, og stóð ein sjúkrabilur fyri teimum fyri, at fáa flutt skadda persónin á Landssjúkrahúsið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald