Í skrivligum fyrispurningi til Hendrik Old, landsstýrismann til Kára P. Højgaard, løgtingsmann fyri Nýtt Sjálvstýri sæst, at sera lítið alment virksemið er í Eysturoynni. Hetta sæst í yvirlitinum sum Hendrik Old, landsstýrismaður hevur lagt fyri Tingið.
Streymoy skarar framúr og í mun til Suðuroy og Norðoyggjar er munurin rættiliga stórur.
Henrik Old
landsstýrismaður
Svar
upp á
skrivligan fyrispurning nr. 45/2015 eftir tingskipanini § 52a, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, um almennar húsaognir kring landið
Fyrispurningurin er soljóðandi:
- Kann landstýrismaðurin upplýsa fermetratalið á almennum húsaognum við virksemi, býtt á tær seks sýslurnar í Føroyum?
- Samlaða fermetratalið á leigaðum húsaognum, nýttar til alment virksemi, og leiguútreiðslurnar, sum tað er í hvørjari av teimum seks sýslunum?
- Fermetratalið á sjálvsognarstovnum í sýslunum, har landið rindar kostnaðin?
Svar
Til spurning 1
Landsins bygningar, eini 185 í tali, fevna um 234.200 fermetrar samanlagt. Fermetrar lutaðir út á sýslur í Føroyum, eru soleiðis:
Suðuroy | 15.764 |
Sandoy | 830 |
Vágar | 512 |
Streymoy | 184.340 |
Eysturoy | 5.740 |
Norðoyggjar | 27.014 |
Bygningarnir verða búktir til skrivstovur, skúlar, sambýli, sjúkrahús, smiðjur, søvn, goymslur og annað. Í einstøkum bygningum er lítið virksemi.
Til spurning 2
Sambært leiðslukunningarskipanini eru samlaðu útreiðslurnar til húsaleigu 42,3 mió kr. árliga. Landsverk arbeiðir við málinum um at skráseta allar leigusáttmálar landsins.
Til spurning 3
Samlaða fermetratalið er 14.079 á sjálvsognarstovnum, har landið rindar kostnaðin. Hetta eru sambýli kring landið. Hetta er partur av bygningshópinum, sum Landsverk varðar av.
Tinganes, 29. apríl 2016
Henrik Old
landsstýrismaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald