Politikkur

Listi F er nýggi listin til kommunuvalið í Fuglafjarðar Kommunu

...

2016-10-04 06:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Felags stev og fólkaræði

Listi F er politiskt óheftur og mannaður við 13 fólkum ??? 6 kvinnum og 7 monnum við ymsum royndum og ymsum áhugamálum.

Vit ynskja at verða besta kommuna í Føroyum at búgva og virka í.

Vit fara fyrst og fremst at arbeiða við trivnaðinum í kommununi.

Opinleiki skal vera ein sjálvfylgja, og borgarin skal verða hoyrdur, tá hann hevur okkurt uppá hjarta. Peningurin, sum kemur í kommunukassan, skal koma øllum borgarum í kommununi til góðar.

Vit hava sett okkum sum mál at verða í minsta lagi 2050 íbúgvarar ár 2050. Samstarv er lyklaorðið ??? innanhýsis og um kommunumark, so at sum mest fæst burturúr.

Vit hava sett okkum sum mál:

Bústaðarviðurskifti ??? at útvega bústaðarmøguleikar, her undir leigu- og keypsíbúðir til ung, tilkomin og eldri og at hava byggibúgvin grundstykki tøk í Fuglafirði, Kambsdali og á Hellunum.

Barnafamiljur ??? at ansingartilboðini verða víðkað, so foreldur hava størri rásarúm, og at tað verður bíligari at hava børn í ansing.

Ungdómurin ??? at skapa karmar og frítíðarvirksemi undir skipaðum viðurskiftum og víðka um frítíðarundirvísingina.

Tilkomin og eldri ??? at seta eldraráð á stovn, sum kann virka sum bindilið ímillum tey eldru og kommununa. Eisini skal ein vitjunartænasta setast á stovn og skipa aktiveringsmøguleikar fyri tilkomin og eldri.

Vinnulívið ??? At samstarva við- og fjálga um smærri og størri fyritøkur í allari kommununi.

Mentan ??? har virknir frítíðarfelagskapir skulu virka undir virðiligum korum.

Tilflytarar ??? Integratiónspolitikkur skal orðast og tilflytarar skulu vera upplýstir um tilboð og møguleikar, sum eru í Fuglafjarðar kommunu.

Kommununalir bygningar og økir - ítøkiligar ætlanir 
- Nútímans barnaskúla
- Ítróttarhús, við venjingarmøguleikum til allar borgarar
- Hugna um verandi fríøki og gera fríøki við uttandura aktiviteti í Fuglafirði, Kambsdali og á Hellunum. Somuleiðis gera fríøki til hundaáhugaði.
- Vega- og gongukervið, parkeringsviðurskifti skal dagførast og uppstigast.
- Vegaføringar til gongufólk og onnur ímillum Fuglafjørður og Kambsdal


Hesi bjóða seg fram á lista F:

??? Tórun Beck, Fuglafjørður
??? Maria á Boðanesi, Fuglafjørður
??? Eivin Breiðaskarð, Fuglafjørður
??? Eileen Ejdesgaard, Fuglafjørður
??? Pætur Eysturskarð, Fuglafjørður
??? Magni Hansen, Kambsdali
??? Malena Hansen, Fuglafjørður
??? ??lavur Larsen, Fuglafjørður
??? Steintóra Nesá, Fuglafjørður
??? Kristbjørg Petersen, Fuglafjørður
??? Kristian Petersen, Fuglafjørður
??? Jonn Thomsen, Fuglafjørður
??? Palli Vang, Fuglafjørður

Vel FRAMBURÐ, FRAMTÍÐ, FRAMSKYGNI og F??LKAV??KSTUR 
- vel LISTA F!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder