Mentan

Listavirðisløn Nólsoyar Páls á posthúshjørninum í Klaksvík

...

2014-12-19 19:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Nýggjársaftan verður posthúshornið enn einaferð karmur um eitt hugnaligt nýggjárshald. Býráðið fer at heiðra lokalum listarfólki við listavirðisløn Nólsoyar Páls, livandi tónleikur verður at hoyra, suppa verður boðin gestunum og okkurt er til børnini eisini. Á midnátt verður fýrverk og síðani felagssangur. Møguleiki verður eisini at keypa vaflur og okkurt drekkandi. 


Skráin er ikki heilt liðug enn, men vit vita longu, at Hallur Joensen fer á pallin, Jógvan Skorheim handar listavirðislønina og Steintór Rasmussen hjálpir við felagssanginum eftir midnátt. 

Tiltakið er ókeypis at luttaka í, so tað er upplagt at leggja leiðina inn á posthúsið í Klaksvík nýggjársaftan. Tað einasta, ið tú mást hava við, er góða lagið, so at løtan gerst enn betri.

Í sambandi við nýggjárshaldið verður ein partur av Klaksvíksvegi sperraður frá kl. 22 inntil kl. 01.00

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder