Politikkur

Listaspírar í Smiðjuni

...

2016-03-14 17:28 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Gekkaskorta-verkstaður gav børnum og vaksnum íblástur til at fara víðari inn í listaheimin.

Grækarismessudag lótu børnini í 2. flokki í frítíðarskúlanum Spíranum upp eina listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Listaverkini hava børnini framleitt burturúr at kalla ongum. Og amboðini hava verið trækubbar og kvistar, sum tey hava evnað til sjálvi. Summi av listaverkunum høvdu børnini málað í felag, og onnur hvør sær. Verkini vísa at við fáum strokum á løriftið, duga børn væl at fanga ein stemning og eina kenslu, sum rigga stak væl at hanga upp á vegg í rammu.

Væl var møtt upp, hølini vóru á tremur av forvitnum áskoðarum og spentum listafólkum.

Fyriskipararnir høvdu heitt á meg at lata framsýningina upp, og áðrenn eg varð liðug við mína røðu, vóru tey flestu listaverkini longu seld.

Eingin ivi er um, at hesin Grækarismessudagur var ein serstakur dagur hjá børnunum í Spíranum og teirra avvarðandi. Framsýningin ber prógv um, at júst hesin møguleiki, at fara út í náttúruna aftaná skúlatíð, er eitt spennandi og mennandi tilboð til yngru skúlabørnini.

Tá málningaframsýningin varð latin upp helt undirritaða hesa røðu.

??ti í Havnardali er eitt lítið frítíðarparadís, sum eitur Spírin. Aftaná skúlatíð, fara børn úr 1. til 3. flokk út har at læra meira um tað veruliga lívið, um okkara felags náttúru og náttúruríkidømið. Tey læra at ferðast í náttúruni, og at virða hana og røkja hana.

Børnini læra at fáast við djór, og at fara væl við djórum og kríatúrum, og tey fáa eina ópyntaða mynd av hvussu náttúran og djórini verða gagnnýtt av okkum menniskjum.

Frá gekkaskorti til listaverk

Hvør dagur hevur nýggjar upplivingar við sær, og hvønn dag starvast framúr dugnalig starvsfólk á stovninum, og finna uppá alt millum himmal og jørð saman við børnunum. Sum nú á føstulávint, tá ið gekkaskortarnir skuldu gerast frá botninum av, í gipsi og við litfagrari máling. Hesin gekkaskorta-verkstaður gav bæði børnum og vaksnum íblástur til at fara víðari inn í listaheimin.

Eg rokni við, at bæði børn og vaksin hava hugsað sum Pippi Smokkuleggur, tá ið hon staðfesti: ???At hetta havi eg ongantíð roynt fyrr, so hetta fari eg heilt sikkurt at duga???.

Og so varð. Listaverkini, sum í dag hanga her í Smiðjuni í Lítluvík, tala sítt greiða mál. At tit duga væl at mála, og at skapa burturúr at kalla ongum.

Absalon Hansen hevur lagt børnunum lag á, og eg kann vegna Tórshavnar Kommunu bert fegnast um, at tað á frítíðarskúlum okkara ??? millum annað Spíranum, eru so dugnalig starvsfólk, sum geva børnunum ein lærdóm og eina barlast fyri lívið.

Tær flestu myndirnar eru málaðar við træpettum ella trækubbum, og tí eru tær eitt sindur øðrvísi og kanska ikki týpiskar barnatekningar. Vit síggja at børnini hava fest seg við náttúruna, og royna at fanga eina løtu ella ein stemning í sínum myndum. Sum jú er ein fantastiskur eginleiki at menna á barnaárum, tá ið sinnið er opið og kvæmt.

Starvsfólk á Spíranum hava greitt mær frá: at ???Børnini vóru so spent og ágrýtin at mála - fyrst maskurnar og síðan myndirnar - og tann spontani kreativiteturin var ikki til at steðga aftur.

Tað komu so nógvar ymiskar, og spennandi myndir burturúr hesar dagarnar???.

Góðu tit børn og starvsfólk á Spíranum. Eg fari við hesum at lata upp listaframsýning tykkara.

Tað sum er so gott við einum málningi og einum listaverki er, at tú verður ongantíð liðugur at hyggja at tí. Tú sært alla tíðina okkurt nýtt, og fær eina nýggja uppliving og nýggja kenslu av at hyggja at myndini.

So drívið á at mála og tekna. Og lat ongantíð nakran fáa tykkum at halda, at tit ikki duga. Víst duga tit. Og tess meira tit mála, tess betri duga tit.

Í dag er Grækarismessa, tá ið vit heiðra, at tjóðarfuglur okkara Tjaldrið kemur aftur á klettarnar.

Tað ger hann einans so leingi livilíkindi eru, og at náttúran verður vird. Við tykkara listaframsýning í dag leggja tit eitt klípi afturat arbeiðinum at virða og varðveita okkara felags náttúru.

Takk fyri.

Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder