Mentan

Listaframsýning við Bjørk Gudmundsen

...

2015-10-02 21:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í dag kl. 16 lat Bjørk Gudmundsen upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík.

Bjørk hevur málad og hevur haft fleiri framsýningar síðan 2008. Íblástur til málningarnar, fái eg úr náttúruni og øllum sum rørir seg har, sigur Bjørk. Serliga skiftandi litirnir geva mær íblástur. Málningarnir, sum vera við á framsýningini, eru bæði naturalistiskir og abstraktir og litirnir fevna frá, sterkum reyðum til heilt sartan bláan lit. Eisini havi eg fingist við at gera ymiskt úr betong, so sum stakar oa., tær vørurnar vera eisini at síggja á framsýningini. Og ein onnur listakvinna kemur eisini at luttaka á framsýningini. Tad er Tórfríð Weihe Hansen, sum kemur at sýna sínar sermerktu og flottu einglar, skornir út úr pappíri. Framsýningin verður opin soleiðis : fernisering verdur fríggjadagin 2 okt. Kl 16-20. Leygard. Sunnud. Og mánadag, verdur opid frá kl 14-19. Vit vóna at síggja nógv fólk og ynskja øllum at verða vælkomin í Smiðjuna, sigur Bjørk Gudmundsen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder