Vinna

Listaflog á flog

...

2017-02-07 09:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nýstovnaði grunnurin Listaflog hjá Atlantic Airways breiðir nú sínar veingir, og klárt er at søkja um stuðul úr grunninum.

28. mars verður stuðulin, sum er 100.000 krónur, latin til eitt ella fleiri føroysk listafólk ella listaverkætlanir. Stuðul verður latin til listafólk, ið hava útbúgving ella aðra fakliga viðurkenning og arbeiða heilt ella partvís sum yrkislistafólk.

Hugskotið spretti seint í fjør, tá flotin hjá Atlantic Airways fekk navn eftir mætum , føroyskum listafólkum.

???Við stuðlinum ynskir Atlantic Airways at vera við til at stimbra føroyska list fíggjarliga. Flogfør og tyrlur fingu nøvn eftir føroyskum listafólkum, sum ígjøgnum teirra listarliga lív hava lyft føroyska list upp í nýggjar hæddir. Listaflog kann vónandi vera við til at lyfta okkara dugnaligu, virknu listafólk upp á somu hæddir,??? sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, sum fegnast um, at grunnurin er vorðin veruleiki.

Nevndin, ið situr í tvey ár, er sett, og tey, ið sita í henni eru: Niels Mortensen, umboð fyri nevnd og leiðslu í Atlantic Airways, Randi Samsonsen fyri Listafólkasamband Føroya og Armgarð Weihe, vald av Mentamálaráðnum, umframt ein samskipari, sum er Ingrid Bjarnastein frá Atlantic Airways.

Nú verður latið upp fyri umsóknunum, sum eru tøkar á atlantic.fo > Stuðul > Listaflog. Viðtøkurnar fyri grunnin liggja somuleiðis á heimasíðuni. Umsóknirnar skulu vera Atlantic Airways í hendi í seinasta lagi 13. mars 2017 á midnátt.

28. mars 2017, sum er dagurin Atlantic Airways fór á flog á fyrsta sinni, verður kunngjørt, hvør ella hvørji fáa stuðul úr grunninum í ár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder