Býarbókasavnið sýnir mentanarnáttina fram grafisk prent, sum øll á onkran hátt hava samband við Havnina, fleiri hava tilvísingar til bókmentir. Prentini eru framleidd í Havn á Skálatrøð í Steinprenti, Grafiska Verkstaði Føroya, sum undir leiðslu av Jan Andersson og Fríðu Matras Brekku er vorðin ein livandi mentanarstovnur í Tórshavn, har hópin av listafólkum hava høvi til at arbeiða við grafikki á høgum støði, og har áhugaverdar framsýningar javnan verða skipaðar við bæði føroyskum og útlendskum listafólkum. Steinprent gevur eisini bøkur út og samstarvar við m.a. bókmentatíðarritið Vencil um upprunagrafisku permuna í ritunum.
Luttakandi listafólkini eru Zacharias Heinesen, Bárður Jákupsson, Rannvá Kunoy, Bjørn Nørgaard, Marius Olsen, Torbjørn Olsen, Jonas Hvid Søndergaard, Fríða Matras Brekku og Zven Balslev.
Framsýningin letur upp fríggjadagin, tann 12. juni, kl. 16 og verður hangandi alt summar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald