2016-03-25 16:17
Línuskipið Sigmund kom fullfermt á Runavíkina í nátt, teir hava uml. 125.000 pund, sum teir skulu landa til Faroe Origin í Runavík í morgin, Sigmund hevur roynt við Ísland.
Vit hava frætt frá Eivind, sum roynir á Medlandsgrunninum, teir hava ligið um 5-6 tons um dagin.
Sandshavið og Jákup B royna eisini við Ísland, teir hava havt gott fiskarí.
Klakkur er á Vesturlandinum, teir royna á Jøkulsgrunninum, teir hava ligið um 5-7 tons um dagin.
Kambur er eisini á Jøkilsgrunninum, teir hava eisini havt góðan fiskiskap, mikudagin landaðu teir 80 tons í Íslandi, tað varð gjørt fyri at teir skuldu fáa rúm fyri tí teir eiga eftur av íslandskvotuni, Kambur fór aftur til fiskiskap beinanvegin seinnapartin mikudagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald