Vinna

Línuskipið Eivind nýggjan høvuðsmotor

...

2016-07-10 08:29 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vagaskip.fo skrivar: Eivind hevði trupuleikar við gearinum og bleiv sleipaður úr Kollafirði til Havnar tann 20. juni.

Tá gearið var gjøgnumgingið hjá skipasmiðjuni Mest, komu aðrir trupuleikar undan kavið við høvuðsmotorinum.

Serfrøðingar hjá motorverksmiðjuni komu til Føroyar og niðurstøðan bleiv at høvuðsmotorurin mátti skiftast.

Høvuðsmotorurin er belgiskur av slagnum ABC (Anglo Belgian Corporation) 6DZC, 6 cylindarar og er 749 kW.

Reiðarin Hálvdan Gudmundsen sigur at leveringstíðin fyri ein nýggjan motor er lang, og eini 5 aðrir motorar stóðu á bíðleggingarlistanum hjá ABC. Tískil kemur ein nýggjur motorur í smærri lutum til Føroyar í bingju og verður settur saman á skipasmiðjuni Mest í Havn. Tað verða menn frá ABC sum koma at standa fyri arbeiðinum at samla motorin í hølum hjá Mest, við hjálp frá smiðjumonnum hjá Mest, les meira á vagaskip.dk.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder