Vinna

Línubátarnir hava fiskað kvotuna, trolararnir eiga nøkur fá tons eftir

...

2015-02-23 15:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Kvotan á Flemmish Cap verður uppfiskað í dag ella í morgin.

Tað sum línubátarnir eiga verður uppfiskað í dag, og roknað verður við at kvotan hjá trolarunum verður uppfiskað í morgin.

Línubátarnir Kambur og Váðasteinur fóru at sigla fyri 3 døgum síðan. Kambur hevur 190 tons av heysaðum fiski, sum er frystur umborð, Váðasteinur hevur 115 tons av ísaðum fiski.

Klakkur og Eivind draga í morgun, so fara teir at sigla heim, tí kvotan er uppi. Klakkur hevur 170 tons og Eivind hevur 160 tons, fiskurin er heysaður og frystur umborð.

Hjá línubátunum er talan um eitt gott íkast, teir tríggir, sum frysta umborð, hava fiskað fyri uml. kr. 8 - 10 mill. í part á Flemmish Kap, frystilínuskipini hava gjørt tveir túrar í part, fyrra túrin landaðu tey í St. Pierre. Hvat Váðasteinur hevur fiskað fyri, vita vit ikki rættuliga, men teir hava eisini gjørt tað gott, Váðasteinur hevur eisini gjørt tveir túrar.

Hjá trolaraflotanum er annarleiðis, har eru 6 trolarar, sum hava góð 1.000 tons at fiskað tilsamans. Tað hevði verið munandi skilabetri at tríggir trolarar fiskaðu kvotuna, so høvdu teir fingið hampuligan túr. Trolararnir hava eisini havt góðan fiskiskap, men støddin á toskinum, sum teir fáa, er minni enn hjá línubátunum - Trolararnir verða liðnir við kvotuna í kvøld ella í morgin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder