So fara vit at minnast aftur á ???línutíðina??? á samkomu í SÍF húsinum sunnukvøldið 12. juli 2015. kl. 20.00.
Kostnaður kr. 150 Tikið verður saman um tíðina, tá línuskipini áttu lívið í føroyingum. Vit fara at minnast aftur á árini undir Grønlandi, New Foundlandi og har á leið.
Tiltakið verður skipað sum hugnakvøld við frásøgum, tónleiki, sangi og, sum vera man, eisini onkrum til góman.
Frásøgumenn verða kendir, lokalir línumennn sum Dánjal Petur Nielsen, Hjørleif á Lofti og Dunga Marius. Ikki er at ivast í, at onkur man fara at minnast aftur á kvøðuljómarnar til sjófólkið, sum fekk heilsur bæði á veg heim og avstað aftur.
Og man ikki onkur eisini minnast onkra av plátunum hesir fýrarnir høvdu við sær heimaftur? Ivaleyst verður okkurt frá teirri tíðini at hoyra í hátalaranum.
Tað ræður um at halda seg framat, tí plássið er avmarkað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald