Fakfeløgini ásanna misstakið og geva okkum rætt í døminum um ein við 50.000 í eftirløn. Tíverri siga tey nú, at vit ikki hava lýst persónin við 122.000 kr í eftirløn. Illa lisið, tí vit lýstu 2 dømi, har annað var júst hesin persónur. Hann fær nú millum 2.881 og 3.621 meir um mánaðin , alt eftir hjúnarstøðu.
Fakfeløgini vísa nú tølunum hjá Fólkaflokkinum aftur. Tølini hjá Fólkaflokkinum eru grundað á tvey dømi. Eitt við eini eginpensjón á 50.000 kr. og hitt dømið byggir á persónin hjá fakfeløgunum, ið forvinnur 25.000 kr.
Sostatt byggja tøl okkara á veruligu støðuna hjá limunum hjá fakfeløgunum ??? við røttum tølum.
Skattalætti við forskatting
Vit vístu fyrst á ein persón, sum hevði 50.000 í eftirløn og at hann fekk skattalætta við forskatting í mun til eftirskatting. Fakfeløgini siga at: ???Roknistykkið hjá Fólkaflokkinum er ikki galdandi fyri nakran lim hjá okkum???. Hetta eru persónar, sum Fólkflokkurin eisini ynskir at lýsa og verja.
Fakfeløgini eru ikki ósamd í okkara roknstykki fyri hendan persón, so tey harvið ásanna, at viðkomandi hevur fingið skattalætta við forskatting.
Munandi meir til fakfelagslimin
Dømið, ið tey brúka, er persónur, ið fær útgoldið eina pensjón á 203.000 kr áðrenn skatt, tvs 122.000 eftir skatt. Tað er júst sami persónur, sum Fólkaflokkurin hevði í seinna døminum í sama skrivið.
Vit taka tað umaftur, so eingin ivi skal vera. Hesin hevði eftir gomlu skipanini ikki fingið viðbótina í fólkapensjónini. Alt eftir hvørjari kommunu viðkomandi er búsitandi í, so vildi eftirskatting verið beint oman- ella niðanfyri 40% - áleið tað sama sum forskattingin á 40%.
Veruleikin er tó, at viðbótin í fólkapensjón ikki verður ávirkað av pensjón, sum er forskattað. Tað merkir, at persónurin í døminum hjá fakfeløgnum fær munandi meira at liva fyri við forskatting av egnari pensjón enn viðkomandi hevði fingið við gomlu skipanini. Viðbótin í fólkapensjónini er 43.452,00 fyri støk og 34.572,00 fyri hjún (hvør). T.v.s., at persónurin, sum fakfeløgini brúka, hevði havt millum 2.881 kr og 3.621 meir at liva fyri hvønn mánað.
So partapolitiski pástandurin hjá fakfeløgunum er beinleiðis villeiðandi, og tey eiga at fáa hann rættaðan. Allir teirra limir fáa meir at liva fyri eftir verandi lóggávum enn eftir teim gomlu.
Fólkaflokkurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald