Eftir dystin millum Neistan og VÍF, hittu við Liljuna Djurhuus hjá VÍF.
Vit spurdu hana fyrst, hvussu tað føldis á vøllinum at vera aftanfyri 7-0 beinavegin í dystinum.
- Tað er rættuliga frusterandi, og vit vóru rættliga nervøsar frá byrjan. Vit tora ikki at spæla hondbólt, vit spæla bara síðulens, fara ikki móti málinum. Tað følist, sum at panikkur var í.
Les eisini: Jacklin: Vit góvust at spæla hondbólt.
Vit spurdu so hana, hvat tað var, ið tær gjørdu galið.
- Vit gjørdu einki rætt - einki av tí ið vit plaga - serliga vóru tað bakk spælarnirnir hjá okkum bæði eg og Agnas, hinvegin kláraði Adina seg nokkso væl, tað var jú hennara fyrsti dystur. Men eg og Agnas raka slett ikki tað støði ið vit skulu, í staðin fyri at hoppa upp á skjóta, standa vit og skjóta, tað fær eisini tær upp at geila eitt sindur. Vit loysa ikki uppgávurnar uppá rættan máta.
Les eisini: Gerster: Eg var noyddur at fáa tær inn á rætt spor aftur.
Vit spurdu hana, hvat tað hevði at siga, at bara tapa dystin við einum málið, eftir at tær vóru aftanfyri við 7 málum, beinavegin í dystinum.
- Tað hevur rættuliga nógv at siga. Tað vísur bara hvussu væl vit kunnu spæla, vit vóru aftanfyri við 7 málum, vit heintaðu so faktist 6 mál inn aftur, og tað er rættuliga nógv, tá tað eru semifinalur ið verða avgjørdar uppá tveir dystir, segði Liljan við JN.fo beint eftir dystin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald