Ítróttur

Liljan fekk 14 mál ímóti Stjørnuni

...

2015-01-15 04:32 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Í bólki 2 í CocaCola-kappingini hjá kvinnum er ein dystur leiktur í Vestmanna í kvøld, tá ið VÍF-kvinnurnar tóku ímóti Stjørnuni.
Dysturin byrjaði javnt og liðini fylgdust væl teir fyrstu 15 minuttirnar, men so kláraðu Stjørnu-kvinnurnar ikki at fylgja røsku vestmannakvinnunum meira, VÍF rann undan og førdi í hálvleikinum 17-12.
Í seinna hálvleiki helt ferðin hjá VÍF-kvinnunum á og vóru tað serliga Liljan Djurhuus, Agnas Olsen og Eilin Hansen, sum vístu vegin, tær tríggjar fingu tilsamans 28 mál fyri VÍF - Liljan 14, Agnas 8 og Eilin 6.
VÍF hevur við sigrinum í kvøld lagt seg fremst í 2. bólki í CocaCola-kappingini - Sí støðuna niðast.

VÍF: Steinbjarta Marnersdóttir, Viviann Petersen, Tóra Seloy 3, Agnas Olsen 8, Ronja Johannesen, Annika Poulsen, Liljan Djurhuus 14, Beinta Sveinbjørnsdóttir, Rakul Joensen, Randi Virgarsdóttir, Daniella Joensen 4, Annika Patti og Eilin Hansen 6.

Stjørnan: Raluka Ungureanu, Jórun Nielsen 3, Kristina Poulsen 1, Bára S. Klakkstein, Mina Sirdal 3, Ella Petersen 10, Una váðklett 4, Anna Jacobsen, Paula Joensen og Sofría Lassen.

Støður: 
5. min. 4-2
10. min. 7-7
15. min. 11-8
20. min. 14-8
25. min. 16-9
30. min. 17-12
35. min. 21-15
40. min. 27-18
45. min. 29-19
50. min. 31-19
55. min. 33-21
60. min. 35-21

Áskoðarar: 111

Coca-Cola bólkaspæl 2015

Bólkur 1: Neistin, VB og StÍF
1. umfar 11.01.2015 kl. 17.00 Neistin ??? VB 25-25

2. umfar 15.01.2015 kl. 18.30 StÍF ??? Neistin

3. umfar 18.01.2015 kl. 15.00 VB ??? StÍF

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Neistin1252501
2VB1252501
3StÍF00000


Bólkur 2: Kyndil, VÍF, Stjørnan og Søljan
1. umfar
11.01.2015 kl. 14.30 Kyndil ??? Stjørnan 36-22
11.01.2015 kl. 16.00 VÍF ??? Søljan 34-8

2. umfar
14.01.2015 kl 18.30 VÍF ??? Stjørnan 35-21
15.01.2015 kl. 20.30 Søljan ??? Kyndil

3. umfar
17.01.2015 kl. 18.00 Stjørnan ??? Søljan
18.01.2015 kl. 14.30 Kyndil ??? VÍF

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1VÍF26929404
2Kyndil13622142
3Søljan1834-260
4Stjørnan24371 -28 0

 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder