Ítróttur

Líka við og næstan

...

2016-04-02 15:36 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Føroyar ??? Skotland 0-3 (27-29, 24-26, 17-25)

Føroysku U19 kvinnurnar vóru í morgun aftur í dysti. Hesaferð var tað Skotland, ið var mótstøðuliðið, og aftur hesaferð stóðu føroysku kvinnurnar seg væl.

Skotar stuðla Føroyum

Undan dystinum í dag komu fleiri skotar til føroyska hópin og róstu liðnum fyri góða og undirhaldandi spælið, har kempað verður fyri hvørjum bólti og allar geva seg alt tær eru mentar. Føroysku kvinnurnar hava vunnið nógv hjørtu við spæli sínum, og dysturin ímóti Skotlandi hevur avgjørt ikki broytt tað, tí hann var undirhald fyri allar pengarnar. Og aftur í dag var føroyska merkið at síggja millum skotsku áskoðararnar.

Tvey fantastisk sett

Ein góður dystur krevur, at bæði liðini koma við undirhaldinum, og tað megnaðu bæði Føroyar og Skotland í dystinum í dag. Føroyska liðið stormaði avstað í fyrsta setti. Serliga frá miðskeiðis í settinum spældi føroyska liðið við stórum yvirskoti og vann seg heilt fram á støðuna 23-14, men so stóð tað sum í berginum, og Skotland kom upp á 23-23. Eftir hetta skiftust liðini um at hava dystarbólt, og júst sum í dystinum ímóti Luksemborg endaðu Føroyar við svartaperi. Annað sett var meinlíkt, men nú vóru leiklutirnir býttir um. Skotland var langt frammanfyri, men Føroyar vunnu leiðsluna inn aftur og komu upp á 24-24. Eitt fantastiskt avrik eftir vónbrotið frá 1. settinum, men aftur hesaferð rakk tað akkurát ikki. Tað hevur líkasum verið afturvendandi søgan hesaferð.

Strævnir dystir

Í triðja settinum merktist á føroyska liðnum, at orkan var farin at ganga nakað undan. Ikki bara var dysturin ímóti Luksemborg framvegis í beinunum, men eisini vóru tepru tapini í tveimum teimum fyrstu settunum tung at bera. Genturnar vóru aftanfyri alla tíðina, men megnaðu tó at minka um munin nógv fleiri ferðir. Tó ongantíð nóg mikið at hótta Skotland aftur, sum tískil vann javna og spennandi dystin 3-0.

Eftir stendur, at hóast tvey tap higartil, er framgongdin hjá føroyska liðnum sera stór. Hetta er fyri tað nógva júst sama lið, sum var í Norðurlendsku NEVZA-kappingini farna heyst.

Kl. 16.00 er aftur dystur. Hesaferð ímóti Norðurírlandi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder