Ítróttur

Liðskiparin longt sáttmálan við 07 Vestur

...

2016-12-13 20:54 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ein av profilunum hjá 07 Vestur seinastu árini, og liðskipari í fjør, Holgar Durhuus, hevur í kvøld skrivað nýggjan sáttmála, og verður sostatt við á EFFO-liðinum komandi kappingarárið, skrivar 07 Vestur.fo.


Sterki og skjóti álopsleikarin hevur fingið sína fótbóltsuppaling her vesturi hjá okkum. Síðan hann breyt ígjøgnum á besta liðið okkara í 2009, tá vit, eins og komandi ár, spældu í meistaradeildini, hevur hann leikt 171 dystir á besta liðið. Tað eru bert tveir dystir frá metinum. Og, við 58 málum á besta liði okkara, liggur 24-ára gamli vestmenningurin javnur við metið.

Vit gleða okkum at síggja meira til Holgar í svarta búnanum, og ynskja liðskiparanum blíðan byrð og hjartaliga tillukku við nýggja sáttmálanum!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder