Mentan

Libanon í Sørvági kl. 20 í kvøld - Sólformyrkingar og blóðmánar í 2015

...

2015-03-02 21:23 Author image
placeholder

Á bíbliufundinum í kvøld fara vit at hyggja at teimum tveimum ???blóð mánunum??? og teimum tveimum ???sól myrkingum??? sum verða í 2015. Hesar raka allar merkisdagar í tí bíbilska- og tí almenna jødiska árs kalendaranum.

Tað sum sermerkir 2015 er at Gud byrjar árið við einari ???Sól myrking??? sum er tann 1. Dagin í Nisan (20.Mars í okkara kalendara) Tað næsta tekni í sólini er ein partvís sólmyrking sum er tann 29. Dagin í Elul (13. September í okkara kalendara). Hesin dagurin er síðsti dagurin í tí almenna jødiska kalendaranum áðrenn nýggjári. Hesin sísti dagurin í tí sjeynda árinum dagurin í m.a. skuld bleiv eftirgivin, fangar blivu fríaðir v.m.

Hetta fyribrigdi var eisini í 2014 og innanfyri 70 ár hava 8 sokallaðir ???blóð mánar??? + hesar 4 sum eru í 2014 og 2015. ??ll hesi 12 tekin hava tilknýtið Ísrael, jødarnar og Hann sum er Skaparin og Upphavið til alt skaparaverkið.

Tað fyrsta setta av 4 blóðmánum var í 1949 og 1950 tá landi Ísrael bleiv endurstovna. Næsta setti var í 1967 og 1968, tá Jerúsalem kom í jødiskar hendur aftur og so nú í 2014 og 2015.

Eitt av eyðkennunum í mannaættin skal kenna Gud skaparan og hvar vit eru í Hansara profetisku ætlan er, eftir hesum ???teknum??? í Gud framan undan hevur givið til mannaættina ígjøgnum sólina, mánan og stjørnunnar á sínum Hátíðum í sínum árs kalendara.

Tað er bara ein tjóð sum brúkar hendan árskalendarin. Hesin er grundaður á dagarnar hjá jørðini kring sólina og teir 12-13 árs mánarnir eru grundaðir á ferðina hjá mánanum kring jørðina. Frá ???mána tendring??? og aftur til ???mána tendring???. Fullmánin kenna vit her í Føroyum, tí tá er harðasti streymur í sjónum, hetta er tann 14. dagurin í mánanum. Um vit høvdu brúkt bíbilska árs kalendaran høvdu vit ikki haft brúk fyri streymtalvum.

Vit fara at gjøgnumganga hetta fyribrigdi nærri og grundgeva hví. Tað er ???eitt sett av sjey árum??? eftir av profetinum hjá Dánjal í kap 9:24 og spurningurin er ???nær hetta sjey ára tíðarskeiði byrjar???. Mannaættin er beint nú í einum Sabbats árið, ið er tað síðsta árið av sjey árum. Hetta endar tann 13. September í okkara kalendara. Hesin dagurin kallast 29. Dagurin í Elul og er síðsti dagurin í tí almenna Ísraelska kalendaranum. Tað fyrsta árið av tí næsta settinum av sjey árum byrjar dagin eftir tann 1. Dagin í Tisri ár 5776.

Heimsins tjóðir brúka aðrar árs kalendarar og tí eru vit ???fremmand gjørd??? fyri hesum ???teknum???. Tí síggja vit ikki hesi fyribrigdi sum eru fórútsøgd.

Sera beint skrivar profeturin Dánjal í kap 7:25 har ???fúrstin??? í hesin heimi skal broyta ???tíðir??? (kalendarin) og seinni í sama versi stendur at Gud kemur at geva ???tey??? ???jødarnar og mannaættina??? uppí hendurnar á Sátan í eina tíð, tvær tíðir og hálva tíð. (3 ½ ár ) tað sama sum Jesus fekk til sín gerning.

Vit vóna at síggja nógv fólk til bíbli fundin í kvøld.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder