2016-04-29 13:50
Hetta er vakrasti dagurin í nýggjari føroyskari søgu og hetta er sannniliga nakað at hátíðarhalda. Í kvøld bjóðar LGBT Føroyar tí til BR??ÐARH??S í Reinsarínum, har øll eru vælkomin Í kvøld fagnað vit, at vit samkynd nú eru javnsettir borgarar í Føroyum. Í kvøld gleðast vit um, at Føroyar eru litríkar og fjølbroyttar og eitt land fyri øll. Brúðarhúsið byrjar kl 21.00 í kvøld, og har verður tónleikur við Signar í Hormrum, Terja, Jóhannu Niclasen, Leu Kampmann og Bollinum. LGBT Føroyar bjóðar eisini brúðarkaku og okkurt gott at leska sær á við. ??ll eru hjartaliga vælkomin.
vh.
Nevndin í LGBT Føroyar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald