Politikkur

LGBT: Áheitan til føroyska veljaran

...

2015-08-31 22:58 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vit samkyndu hava leingi vist, at løgtingsvalið 2015 fór at vera eitt lagnuval fyri okkum. Men eingin hevði væntað, at hetta løgtingsval samstundis skuldi gerast eitt lagnuval fyri allar Føroyar og allar føroyingar. Ein dagførd hjúnabandslóg, sum veitir full javnrættindi til samkynd, hevur sjálvsagt avgerandi týdning fyri okkara limir. Men vit høvdu aldri droymt um, at tað eisini fór at fáa ein so stóra týdning fyri hinskynd í Føroyum, og at tað fór at fylla so nógv í valstríðnum, sum tað hevur gjørt.

Høvuðsorsøkin til, at hjúnabandslógin er vorðin mest umtalaða evnið í valstríðnum, er møguliga tí, at hon ímyndar nakað nógv størri, enn bara LGBT Føroyar og okkara vantandi rættindi. Hon er vorðin ein ímynd av uppgerðini við tað gamla, konservativa, snævurskygda og patriarkalska samfelagið, sum í alt ov stóran mun hevur hildið Føroya fólk sum gíslar.

Í okkara eygum skuldi hjúnabandslógin bara verið eitt lítið avgreiðslumál, og at vit sum samfelag heldur áttu at brúkt okkara orku til at basa fátækadømi í Føroyum, at skapa meira grøna orku, ella at fáa eina skilagóða fiski-, heilsu- og pensjónsnýskipan. Men hetta hevur ikki víst seg at vera so.

Tí metur LGBT Føroyar, at tíðin er búgvin, at Føroyar ganga okkara einfalda ynski um javnrættindi á møti, so vit sum tjóð kunnu koma víðari í menningini av okkara kæra móðurlandi - saman.

Síðstu tíðina tykist tíbetur eisini, sum um tann stilli meirilutin av føroyingum er við at reisa seg. Fleiri og fleiri tora at siga, at nú er nóg mikið. Her til og ikki longur. Tíðin er farin frá, at ein partur av samfelagnum skal ráða yvir privatlívinum og inn um songjarkantinum hjá hinum partinum.

Hetta málið snýr seg ikki um hvør er meira trúgvandi, ella meira kristin enn onnur.

Hetta málið er sera einfalt!

Vilt tú loyva samkyndum føroyingum at gifta seg borgarliga?

Vilt tú loyva okkara limum at fáa eitt borgarligt løgfrøðiligt skjal, sum hjúnabandslógin er, ið gevur tveimum vaksnum menniskjum, ið elska hvørt annað, somu rættindi og skyldur, ið hjúnabandið veitir øðrum hinskyndum borgarum í Føroyum?

Ein dagførd hjúnabandslóg er eitt tekin um, at føroyingar ynskja eitt øðrvísi samfelag, enn tað, sum undanfarin løgting hava megnað at skapt og sett út í kortið.

Meirilutin ynskir eitt rúmligari og meira fevnandi samfelag, ið veruliga ??? ja, veruliga ??? veitir innivist, umsorgan og grundleggjandi borgarlig rættindi til allar borgarar - óansæð eyðkenni ella frávik.

Tað eru hesar rúmligu Føroyar, ið okkara dýrabaru útisetar ynskja at flyta heima aftur til. Hetta var sjón fyri søgn í síðstu viku, tá heili 97,3% av útisetunum á valfundinum hjá MFS í Føroyahúsinum, søgdu ja til spurningin um at loyva samkyndum at giftast borgarliga (442 lesandi útisetar luttóku í kanningini).

LGBT Føroyar hevur altíð sagt, at vit fult og heilt virða rættin hjá kirkju og samkomum, sjálvi at gera av, hvønn tey ynskja at vælsigna. Alt annað uppáhald er ein beinleiðis lygn.

LGBT Føroyar vil til eina og hvørja tíð berjast fyri trúarfrælsi og talifrælsi her á landi. Hetta er ein grundleggjandi partur av einum sunnum og vælvirkandi fólkaræði. Tó fara vit aldri at góðtaka, at ein minnilutur sleppur at nokta einum øðrum minniluta borgarlig javnrættindi og sjálvsøgd mannarættindi. Tað vóna vit heldur ikki, at meirilutin av føroyska veljarum fer at gera í morgin, týsdagin 1. september í 2015.

Tí vil LGBT Føroyar inniliga heita á føroyska veljaran, sum tekur undir við einum rúmligari, rættvísari og meira tíðarhóskandi Føroyum, at velja eitt av valevnunum, sum klárt og týðiliga hava lovað at javnseta samkynd og hinskynd í føroysku hjúnabandslógini.

Gott val.


FAKTA UM SAMKYND OG LGBT F??ROYAR:

· Eins og hinskynd ikki kunnu velja at gerast samkynd, so kunnu samkynd ikki broytast, grøðast ella umskapast til hinkynd.

· Samkyndir føroyingar eru ikki eitt útlendsk rák, sum brádliga er innflutt til Føroyar síðstu árini. Samkynd hava altíð verið til. Eisini í Føroyum. Hetta síggja vit best í Ánaniasartátti og Pálins tátti. Føroyskir LGBTarar hava bara ikki verið eins opin og sjónlig í almenna rúminum, sum í dag.

· LGBT Føroyar er ikki partur av nøkrum altjóða LGBT felagskapi, sum veitir fíggjarliga ella stratetiskan stuðul. Tað er eingin slíkur heimsumfatandi LGBT felagsskapur til. Tað er hinvegin, ein altjóð LGBT grasrótarørsla, eins og tað eru altjóða rørslur fyri javnstøðu ella mannarættindum.

FAKTA UM HJ??NABANDSL??GINA:

· Fáa samkyndir føroyingar innivist í hjúnabandslógini, so er tað ikki fyrstu ferð, at hjúnabandslógin verður broytt her á landi.

· Eftir at Føroyar komu undir danska kongin í 1380, hevur hjúnabandið verið danskt mál og er tað framvegis í dag. Frá 1200 og fram til trúbótina, komu føroysk hjúnabond undir kanoniska rættin hjá katólsku kirkjuni, sum m.a. hevði eitt fullkomið bann móti hjúnaskilnaði.

· Í 1536 varð lógin broytt, so hjúnaskilnaður ikki longur var bannaður.

· Í 1563 varð lógin broytt, so at ein kirkjulig vígsla skuldi til, fyri at eitt hjúnaband kundi góðkennast alment. Tað var ikki neyðugt í Føroyum áðrenn hetta.

· Í 1683 varð lógin aftur broytt, so eitt aldurmark nú var sett á giftu. Kvinnur skuldu í minsta lagi vera 16 ára gamlar og menn 20 ár.

· Tann sonevnda Trælalógin frá 1777, sum ikki varð sett úr gildi fyrr enn í 1846, bannaði føroyskum ognarleysum og øðrum, ið ikki kundu prógva førleikan at forsyrgja einum húski, at gifta seg og seta búgv. Ístaðin vóru hesi noydd at arbeiða sum húskallar og tænarar hjá presti ella stórbóndum.

· Í 1851 kemur grundlógin í gildi, og hon ásettur trúarfrælsi. Hetta førir við sær, at borgarligar vígslur verða settar í gildi. Í Føroyum merkir hetta m.a., at limir í brøðrasamkomuni og øðrum nýggjum evangeliskum samkomun, nú kunnu lata seg gifta, uttan at ein prestur frá fólkakirkjuni skal víga tey.

· Í 1922 verður lógin aftur broytt, tá aldursmarkið hækkar til 21 ár fyri kvinnur og 23 ár fyri menn. Ikki fyrr enn í 1969 verða kynini javnsett í hjúnabandslógini, tá aldursmarkið varð ásett at vera 18 ár fyri bæði kynini, sum vit kenna tað í dag.

- Nevndin í LGBT Føroyum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder