Ítróttur

Leysasøgur: Pingel á veg til 07 Vestur

...

2016-11-15 20:47 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað eru farnar leysasøgur at ganga um, at 23 ára gamli danin Sebastian Pingel møguliga skal spæla við 07 Vestur komandi kappingarár. Pingel kom til Føroyar í ár, at spæla við B36, men enn hevur hann ikki fingið nakran sáttmála til komandi ár. Sebastian Pingel hevur leikt 22 dystir fyri B36 í ár, og hevur hann skotið 10 mál.

Góðar keldur hjá JN.fo siga, at Pingel og 07 Vestur samráðast um sáttmála til komandi kappingarár.

Við Norðlýsið segði Sebastian Pingel fyri einum góðum mánaði síðani, at hann trívist væl í Føroyum og vónar at kunnu halda fram.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder