Vinna

Leys størv hjá Vørn

...

2015-12-04 20:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Maskinstjóri til Vørn-Fiskiveiðieftirlitið

Eitt starv sum maskinstjóri við skipunum hjá Vørn-FVE, verður hervið lýst leyst, til setan skjótast gjørligt.

Starvið fevnir m. a. um hesar uppgávir:

· Dagligu ábyrgdina av rakstri og viðlíkahaldi av øllum útbúnaði í maskinrúmunum og rúmum, sum beinleiðis hava samband við maskinrúm, umframt rúm har maskinútbúnaður er.

· Dagligu ábyrgdina av viðlíkahaldi av øllum dekksmaskinum so sum spølum, kranum og davitum.

  • Dagligu ábyrgdina av viðlíkahaldsskipanum.
  • Annað fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði.

Førleikakrøv:

· Vinnubræv sum Skipsmaskinstjóri (STCW-regl. III/2 as Chief Engineer)

· Heilsuváttan og trygdarskeið fyri sjómenn.

· Góðan førleika at samskifta á føroyskum, norðurlenskum og enskum máli.

· Stórur dentur verður lagdur á góð samstarvsevni og hegni at fyriskipa.

· ??ll viðkomandi skeið. Fyrimunur við gildugum prógvum.

· Aldur og heilsu til at gerðast kavari. Fyrimunir men ikki krav.

Setanartreytir:

Lønar- og setanartreytir sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið fyri maskinmeistarar/motorpassarar á vaktarskipum. Starvið er tænastumannastarv og lønt í 35. lønarflokki eftir lønartalvuni hjá Tænastumanna-felaginum. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og deildir/stovnar undir tí, umframt hini aðalráðini og Løgmansskrivstovuna.

Tænastustaðurin í løtuni er Vørn.

Starvsheiti er maskinstjóri.

Tann ið sett/ur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipa til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Umsóknir:

Skrivlig umsókn við: CV, avrit av prógvum fyri førleikakrøv og møguligum viðmælum, skulu vera Vørn í hendi í seinasta lagi 15. desember 2015 kl. 1200.

Umsóknirnar skulu sendast til : [email protected] ella

Vørn, postsmoga 1238, 110 Tórshavn.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Vørn tlf. 31 10 65 og tosa við Jóannes Heimustovu. Henda lýsing er eisini á heimasíðuni www.vorn.fo

-----------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------

1. stýrimaður til Vørn - Fiskiveiðieftirlitið

Eitt starv sum 1. stýrimaður við skipunum hjá Vørn - FVE, verður hervið lýst leyst til setan skjótast gjørligt.

Starvið fevnir m. a. um hesar uppgávur:

  • Ganga vakt eftir vaktarskipan, sum skiparin fyriskipar.
  • Luttaka í dagliga arbeiðinum.
  • Arbeiðsuppgávur sambært starvslýsing í Góðsku- og trygdarhondbókini.
  • Annað fyrifallandi arbeiði

Førleikakrøv:

  • ??tbúgving sum skipsførari.
  • Vinnubræv sum stýrimaður við handilsskipum á 3. stigi (STCW-regl. II/1 as Watchkeeping Officer).
  • Heilsuváttan fyri sjófólk.
  • Trygdarskeið fyri sjófólk.
  • Góðan førleika at samskifta á føroyskum, norðurlenskum og enskum máli.
  • Stórur dentur verður lagdur á góð samstarvsevni og hegni at fyriskipa.
  • ??ll viðkomandi skeið. Fyrimunur við gildugum prógvum.
  • Aldur og heilsu at gerast vinnukavari. Fyrimunir, men ikki krav.

Setanartreytir:

Lønar og setanartreytir sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag um skiparar og stýrimenn á vaktar- og bjargingarskipum landsins. Starvið er lønt í 30. lønarflokki eftir lønartalvuni hjá Tænastumannafelaginum. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og deildir/stovnar undir tí, umframt hini aðalráðini og Løgmansskrivstovuna.

Tænastustaðurin í løtuni er Vørn - FVE.

Starvsheiti er 1. stýrimaður.

Tann, ið sett/ur verður má tola broytingar í starvinum og at øki verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Umsóknir:

Skrivlig umsókn við: CV, avrit av prógvum fyri førleikakrøv og møguligum viðmælum, skulu vera Fiskiveiðieftirlitinum í hendi í seinasta lagi 15. desember 2015 kl. 1300.

Umsóknirnar skulu sendast til : [email protected] ella

V??RN, postsmoga 1238, 110 Tórshavn.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Fiskiveiðieftirlitið tlf. 31 10 65 og tosa við Jóannes Heimustovu, samskipara.

-----------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------

Kokkur til Vørn - Fiskiveiðieftirlitið

Eitt starv sum kokkur við skipunum hjá Vørn - Fiskiveiðieftirlitinum, verður hervið lýst leyst, til setan skjótast gjørligt.

Starvið fevnir m. a. um hesar uppgávir:

  • Matgerð og proviantering.
  • Reingerð av gallu, messu, salong, proviant- og vaskirúmi.
  • Annars arbeiðsuppgávur sambært starvslýsing í Góðsku- og tyrgdarhondbókini.

Førleikakrøv:

  • Vinnubræv sum skipskokkur.
  • Heilsuváttan og Trygdarskeið fyri sjómenn.
  • Stórur dentur verður lagdur á góð samstarvsevni og hegni at fyriskipa.
  • Aldur og heilsu til at gerast vinnukavari. Fyrimunir men ikki krav.

Setanartreytir:

Starvið er lønt í 6. lønarflokki sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og deildir/stovnar undir tí, umframt hini aðalráðini og Løgmansskrivstovuna.

Tænastustaðurin í løtuni er Fiskiveiðieftirlitið.

Starvsheiti er kokkur.

Tann ið sett/ur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum.

Umsóknir:

Skrivlig umsókn við: CV, avrit av prógvum fyri førleikakrøv og møguligum viðmælum, skulu vera Vørn í hendi í seinasta lagi 15. desember 2015 kl. 1400.

Umsóknirnar skulu sendast til :[email protected] ella

Vørn, postsmoga 1238, 110 Tórshavn.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Fiskiveiðieftirlitið tlf. 31 10 65 og tosa við Jóannes Heimustovu, samskipara. Henda lýsing er eisini á heimasíðuni www.vorn.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder