Ítróttur

Leygarkvøldið byrjar maratonfótbóltsdystur á Giljanesi - video

...

2014-12-26 00:29 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Leygarkvøldið 27. desembur kl. 1900 byrjar maratondystur á Giljanesi og hildið verður á til sunnukvøldið kl. 1900. ??ll eru boðin við, sum leikarar ella áskoðara, ella bara at hugna sær. Sunnumorgunin, tá yngru børnini spæla, eru øll vælkomin til morgunmat við nýbakaðum, heimabakaðum bollum.

Tíðir eru settar av til allar aldursbólkar umframt ymiskar aðrar bólkingar, og dysturin heldur soleiðis á, meðan leikarar skifta á báðum síðum. Sí skránna her.

Luttøkugjald fyri allar aktivar 07 Vestur-leikarar er ein køka ella lutur til køkutombola, sum koyrir alla tíðina.

Fyri at gera tað so hugnaligt sum gjørligt fyri áskoðarar, er eisini matarsøla við kaffi og øðrum opin alt døgnið. Tíðliga sunnumorgunin, verður eisini morgunmatur við nýbakaðum, heimabakaðum bollum, bakaðir sama morgun.

??ll eru vælkomin, antin tað er sum leikari ella áskoðari, skrivar heimasíðan hjá 07 Vestur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder