2021-06-23 21:42

Klokkan 20 leygarkvøldið verður stuðulskonsert fyri 07 Vestur í Sørvági. Talan er um eina uttandura konsert við Jens Marna, Strámonnum og Tinganest.
Tað er annars nógv á skránni leygardagin á Dungasandi. Klokkan 11 tekur 07 Vestur ímóti KÍ í Betri-deildini hjá kvinnum. Klokkan 15 kemur NSÍ á vitjan hjá 07 Vestur í Betri-deildini hjá monnum. Tá ið tann dysturin er liðugur møtast 2. deildarliðini hjá 07 Vestur og NSÍ.
Tað ber eisini til at fylgja við EM-dystinum millum Danmark og Wales á uttandura stórskýggja. Tann dysturin byrjar klokkan 17.
Fólk kunnu eisini fáa sær pláss til húsvognar, tað gera tey inni á termel.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald