Ítróttur

Leygardagin verður ársins størsta fótbóltstiltak í Gundadali og Tórsvølli

...

2016-07-06 17:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tídindaskriv frá B36:

Skráin er klár !
Leygardagin verður ársins størsta fótbóltstiltak í Gundadali og Tórsvølli, tá B36 aftur skipar fyri Intersport Summar Cup.

Ikki færri enn 99 lið hava tekna seg til kappinga, og eru tað tí heili 241 dystir, id skulu spælast hendan dagin á teimum trimum vøllinum.

- Feløg úr øllum landinum hava tilmelda seg, og eru vit sera spent at bjóða øllum vælkomin í Gundadali aftur í ár, sigur Andrass Thomsen frá B36.

Dagurin byrjar kl. 10.00, tá borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu fer at seta Intersport Summar Cup 2016, til setanina verður eisini ymiskt annað undirhald. Kl. 11.00 er so kick off til fyrsti dystirnar.

Skráin fyri kappingina er at finna áhttp://www.procup.se/cup/30088.htm.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder