Mentan

Leygardagin skipar Bátafelagið á Toftum fyri tí 12. Bátafestivalinum

...

2016-05-04 07:35 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í Skálafirði seta bátarnir kós á Toftir kl 12 30 har Poseidon siglur fremstur og skipar siglingina.

Bátar fáa billettir til suppu við MJ Saltsølu,rinda 200 kr pr bát og størstu bátarnir koma fyrst inn í havnina í Oyrum.

Harmonikulið spælur góðan tónleik og sang meðan bíða verður og tá bátarnir koma.

Símin Johannesen heldur eina røðu tá bátarnir eru komnir at liggja. So gongur leiðin suður á Faroe Origin( Nyk) har ein rákið er, ein køld øl og glóðheita suppan er borðreidd. Og gestirnir kunna sessast nýta løtuna við práti og nógv er at skifta orð um.

Á festivaløkinum er ymiskt til tey smáu og størru. Innari í stóra tjaldinum er tónleikur og sangur - gólv er lagt í og hitakanónir hita upp hølini. Har er sangur og tónleikur og skuldi svongdin strongt á, stendur ein smátta á økinum, har man keypur billettir til ein ella fleiri saftigar búffar av grillini,baka epli,grønmeti og Whiskysós.

Eitt glas av víni ella sodavatn til, so er klárt at leggja botn. Nýta hvørja løtu í tjaldinum, at stýra Showinum kemur Hilmar Jan, onkur góð man koma har, tilfar er nokk av.

Á festivaløkinum er settur upp ein pylsuvognur,ið er fornur um okkara leiðir.
Kvinnufelagið plagar at roynast væl við tombola og góðum kaffi / The og okkurt afturvið ella omaná sum sagt var fyrr.
Onnur sølubúð verður eisini á økinum við ymiskum serliga til børnini.

Kl 23 kemur Elis Poulsen at starta upp " ballið" við uppá tá tónleiki.
Til Hallur og hansara spælimenn koma,tá teimun tørvar eitt andarhald er Elis klárur aftur.
So her er nógv at gleða seg til,armbond eru til keyps í smáttuni á økinum.
Vaktir og samarittar eru á økinum.
Kunning um skrá :
www.nes.fo

Hjartaliga vælkomin á Bátafestivalin 2016
Við Bátakvøðu
Bátafelagið á Toftum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder