Politikkur

Lesarabræv frá Ráð Teirra Lesandi ísmb. við fíggjarlógina

...

2021-12-16 18:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hvat hugsar Fíggjarnevndin fyri sær?!

Fyrst fegnaðust vit..

...tá ið vit síðst í september lósu upprunauppskotið til fíggjarlógina fyri 2022.

Tá gjørdist tað greitt, at landstýrið hevði stungið út í kortið at játta 5 mió. til fyrireiking og arkitektakapping av komandi kampusinum á Frælsinum! Hetta var ein funnin fressur - tí tað er trupult fyri bæði lesandi og starvsfólk áhaldandi at menna eitt Setur, ið ikki er EITT Setur, men fleiri bygningar, spjaddir kring alla Havnina.

Umframt hetta øktist ???vanliga??? játtanin til Setrið við 7 mió., tí landsstýrið hevur í fródleika sett sær fyri, at Setrið skal taka upp ein eyka flokk av sjúkrarøktarfrøðislesandi og skal seta á stovn útbúgvingina Master í Dátuvísindum.

Hetta samlað gav okkum vón um eina bjarta framtíð, við einum framskygdum landsstýrið!

Til 2. viðgerð av fíggjarlógini í gjár, vóru vit tó ikki eins eydnusom???

Tá gjørdist tað okkum greitt, at meirilutin í fíggjarnevndini var komin við einum broytingaruppskoti.

Broytingaruppskotið innibar m.a., at samlaða játtanin til Setrið skuldi lækkað við 2.000.000,- (!!). Orsøkin var sambært meirilutanum í fíggjarnevndini, at tað ikki er javnvág millum fíggjarligu orkuna, ið fer til leiðslu og gransking í mun til undirvísing.

Hesar 2.000.000,- skulu sambært Fíggjarnevndini sparast burtur, við at niðurprioritera gransking og leiðslu.

Vit í RTL skilja snøgt sagt ikki hesa avgerð og hava tørv á, at Erhard Joensen, formaður ella onnur í meirlutanum í Fíggjarnevndini kann greiða frá, hvaðani tey hava fingið hesa veruleikafatan.

Umframt hetta, lækkar játtanin til Granskingargrunnin við 1.000.000,-

"Faðir, fyrigev teimum; tí at teir vita ikki, hvat teir gera!

Í núverandi samgonguskjalinum stendur m.a. at lesa at:

???...Fróðskaparsetrið eigur sum skjótast at verða altjóðagóðkent og gerast partur av Bologneavtaluni.???

Vit fegnast um, at samgongan vil hava Setrið at fylgja Bolognusáttmalanum, so at føroyingar kunnu vera visir í, at vit hava eitt universitet á sama stigi sum onnur evropeisk universitet. Veruleikin er tó, at Setrið er vaksið nógv tey seinastu árini. Hetta er at fegnast um, men skjóti vøksturin hevur við sær, at fyrisitingin hevur fingið merglop, tí stórt trýst stendur á starvsfólki og leiðslu við at menna og dagføra reglugerðir og mannagongdir. Hesar funktiónir eru alneyðugar fyri eitt universitet, ið skal fylgja Bolognasáttmálanum, men kunnu snøgt sagt ikki verða gjørdar til lýtar uttan neyðugu fíggingina.

Gransking í Føroyum tekur eisini dik á seg, og hetta er bara gleðiligt!

Í lógini um Fróðskaparsetur Føroya stendur ??? eins og í øllum lógum um universitet ??? at øll undirvísing skal vera granskingargrundað. Hetta er ikki nakað, sum vit kunnu velja til ella frá, tað er lógarkrav, og vit lesandi krevja eisini, at hesar treytir verða hildnar á okkara útbúgvingum. Harafturat halda vit, at granskingargrundað undirvísing er ein alneyðug fyritreyt, fyri góðsku á útbúgvingunum á Setrinum.

Setrið hevur í seinastuni lagt nógv fyri at menna granskingarøkið, og talið av vísindaligum útgávum er vaksið, til gagns fyri bæði tað føroyska og altjóða samfelagið. Koronugranskingin er eitt sera gott og aktuelt dømi um tað.

Setrið hevur eisini fyri fyrstu ferð fingið eina Granskingar­- og framtakseind fyri at menna nøgdina og dygdina av vísindaligum útgávum, og ungir og málrættaðir føroyskir granskarar, sum eru knýttir at útlendskum universitetum, vilja eisini heim aftur
til Føroyar at gera mun, og júst hesum eldhuga hava vit alstóran tørv á.

Oyðileggið ikki framburðin

Nú meirlutin í fíggjarnevndini vil skera í granskingini, eigur hann eisini at fáa at vita, at hóast meira verður granskað á Setrinum nú, so vísa tølini, at vit ikki enn eru komin hagar, ið vit eiga at vera.

Tí má fíggjarnevndin ansa eftir ikki at oyðileggja tann framburðin, sum nú er.

Sum áður nevnt eigur øll undirvísing at vera granskingargrundað, men samstundis vísir talið á starvsfólkum við og uttan granskingarskyldu, at ov fáir granskarar framvegis eru á Setrinum. Minni enn helvtin av undirvísarunum hava granskingarskyldu, og tað talið eigur at vaksa ??? ikki minka.

Vit vilja eisini í hesum sambandi vísa á góðu orðini í samgonguskjalinum, sum siga:

???Gransking hevur stóran týdning í einum framkomnum samfelag, og samgongan vil raðfesta granskingarætlanir, sum kunnu menna og skapa eitt fjølbroyttari vinnulív, herundir eisini gransking innan biotøkni og kunningartøkni.???

Setrið og fródligu Føroyar standa í rívandi menning

Á fyrsta sinni nakrantíð søkja fleiri føroyingar inn á útbúgvingar á Setrinum samanborið við Danmark.

Í ár søktu 314 inn á universitet í Danmark, meðan 365(!!) søktu um upptøku á okkara egna Setri í Føroyum.

Hetta eiga vit at gleðast um, men sanniliga eisini at taka fyrilit fyri, so vit ikki skala hesa gongdina.

Latum okkum standa saman um Setrið, og tryggja okkum at vit ikki enn einaferð enda í einari Exit-Føroyar støðu!!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder